EVROPA
31
Nógv er øðrvísi í Baskaralandi samanborið
við londini uttanum, eitt nú ítróttur. Baskiski
tjóðarítrótturin er pelota, ella jai allai, sum
tað eitur á baskiskum. Aðrar vælumtóktar
ítróttargreinir eru at klúgva steinar, høgga
viðarbular og togtogan. Men tað eru eisini
nógvir baskarar, sum sparka fótbólt og hyggja
at fótbóltsdystum.
ETA hevur ofta nýtt yvirgang fyri at røkka einum sjálvstøðugum
Baskaralandi. Atsóknirnar hava kostað hundraðtals menniskjum
lívið, eisini sivilum baskarum. Yvirgangurin hevur ikki gagnað
baskiska fólkinum, og ETA hevur ikki stórvegis undirtøku longur.
Ein onnur orsøk til tað er, at teir baskisku landslutirnir í Spania
hava fingið munandi meiri sjálvstýri síðan 1980-árini.
Nú verður undirvíst á baskiskum í skúlunum, og tey kunnu nýta
tað baskiska flaggið. Hetta var ikki loyvt áður. Eisini er baskisk
løgregla, vegskelti eru á báðummálum, og fólk hava rætt til
at tosa baskiskt við starvsfólk á almennum skrivstovum og á
tokstøðum.
Bilbao er tann størsti býurin í
Baskaralandi. Har búgva um
leið 350.000 fólk. Har er
millum annað tað kenda
Guggenheimsavnið.
Í long tíðarskeið upp gjøgnum søguna hevur baskiska fólkið
verið kúgað av yvirvøldini. Í 19. øld fluttu nógvir baskarar
til Suðuramerika, Meksiko og Kuba. Aftan á spanska
borgarakríggið í 1930-árunum vóru nógv, ið flýddu til Fraklands.
Framferðin hjá sponsku myndugleikunummóti baskiska
fólkinum elvdi til, at tey í 1959 stovnaðu ein felagsskap, sum
eitur Euskadi Ta Askatasuna. Navnið merkir Baskaraland og
frælsi. Endamálið var, at teir fýra sponsku og tríggir fronsku
landslutirnir skuldu taka seg saman í eitt land, Baskaraland.
Felagsskapurin er kendur undir navninum ETA.