22
EVROPA
Landbúnaður og skógarvinna
Landbúnaðurin í Evropa er sera fjølbroyttur. Tað kemur av ymiskum
veðurlagi, jørðildi og matarhaldi.
Niðurlond, Danmark og Bretland hava nógvan landbúnað. Har er
meira enn 75% av lendinum veltir akrar og beiti hjá húsdýrum. Í Svøríki
og Noregi verða minni enn 10% av lendinum nýtt til landbúnað.
Norðast í Evropa verður lítið og einki velt. Har kunnu húsdýr ganga
á beiti, og har er skógarvinna.
Ymisk grøði
Fjølbroytta landslagið og veðurlagið í Evropa gera, at úrvalið av tí, sum
verður velt, er sera stórt. Hveiti og bygg verður velt í at kalla øllum
Evropa. Havri veksur serliga í Norðurevropa og Vesturevropa, og rugur
er vanligari í Eysturevropa. Onnur týðandi grøði er mais og epli. Rís
Landbúnaðarlandslag á Fjóni í Danmark.