14
EVROPA
Ídnaðarmenning
Í 19. øld fóru stórar broytingar fram í Evropa. So hvørt sum ídnaðurin
mentist, vuksu fram nýggir býir nær við nám og havnir. Stór ídnaðarøki
vórðu til, har sum kol var at finna. Stórar nøgdir av koli skuldu til at
framleiða stál.
Midlands í Bretlandi, Ruhrøkið í Týsklandi og Sląsk í Póllandi eru
dømi um slík øki, sum eru ógvuliga fjølbygd. Nú eru nógv kolanám tó
stongd. Kreppa valdar í mongum gomlum ídnaðarøkjum, arbeiðsloysið
er stórt, og ídnaðarhøli standa tóm.
Leivur Eirikssonmundi
vera tann fyrsti
Fyrsti maður úr Evropa,
sum steig fótin á land
á norðuramerikanska
fastlandinum, mundi vera
Leivur Eiriksson, eisini
nevndur Leivur Hepni. Hann
var sonur Eirik Reyða, ið var
fyrsti norðbúgvi í Grønlandi.
Um ár 1000 kom Leivur
Hepni við skipi sínum til
eitt land, sum hann nevndi
Vínland. Hildið verður, at
hetta var á eysturstrondini á
Kanada.
Enski ídnaðarbýurin Sheffield onkuntíð í 19. øld.