Landafrøði 3 - page 7

EVROPA
7
Tá ið tú lesur landafrøði, lærir tú, hvussu menniskjuni gagnnýta
jørðina, og hvussu heimurin broytist. Tað kann snúgva seg um, hvat
vit dyrka ella velta, ella hvussu vit brúka náttúrutilfeingi sum vatn,
olju og jarnmálm. Tú leitar eisini eftir svari á spurningum sum:
Hvussu sá tað út fyrr í tíðini? Hvat hendir á jørðini nú á døgum?
Hvussu verður tað í framtíðini? Broytist veðurlagið í heiminum og,
um so er, hví? Verður nóg mikið av mati til vaksandi fólkatalið? Fara
teir stóru skógirnir at hvørva? Hví eru so nógvir stórir býir í heim­
inum?
Heimspartarnir
Landafrøðin lýsir og greinar heimin úr nógvum ymsum sjónarhorn­
um. Hendan bókin tekur støði í heimspørtunum: Evropa, Asia,
Afrika, Norðuramerika, Suðuramerika, Osiania og Antarktis. Tú
fert at kanna nógv ymisk umhvørvi – rík lond og fátæk lond, støð,
har flestøll eru bøndur, og støð við nógvum ídnaði. Tú fert at uppliva
turrar oyðimerkur og slavnar regnskógir, høg, kavaklødd fjøll og
veldigar áir.
Men ferðin gongur skjótt, og tú fert bara at síggja ein lítlan part av
øllum tí hugtakandi, sum er at finna í okkara einastandandi heimi.
Tá ið tú veitst eitt sindur um landafrøði, kanst tú halda fram við
kanningunum og fara ta leið, sum tær lystir!
I,II-1,2,3,4,5,6 8,9,10,11,12,13,14,15,16,17,...172
Powered by FlippingBook