10
EVROPA
Kanariuoyggjar úti fyri afrikonsku vesturstrondini áttu at
verið partur av Afrika. Men av tí, at oyggjarnar hoyra til Spania,
og fólkið er spanskt, verða tær vanliga taldar upp í Evropa.
Frá tí norðasta til tað syðsta staðið á evropeiska fastlandinum
eru góðir 4.000 kilometrar. Frá tí vestasta til tað eystasta eru um
leið 5.500 kilometrar.
Lond og øki
Evropa kann verða býtt sundur í ymiskar partar, men eingin
máti at býta sundur er sjálvsagdur. Býtið er ymiskt upp gjøgnum
tíðina og hevur ofta samband við politisk viðurskifti. Vanliga
verður tosað um
Norðurevropa
,
Vesturevropa
,
Eysturevropa
og
Suðurevropa
.
Sambært kortinum á næstu opnu eru 49 sjálvstøðugir statir í
Evropa, og tá er tann evropeiski parturin av Turkalandi taldur
við. Harumframt er tað bretska økið Gibraltar í Suðurspania.
Landamørkini eru ofta broytt. Summi lond eru løgd saman í
eitt, og onnur eru farin sundur í fleiri. Seinast í 20. øld vaks
talið av statum í Evropa eftir fáum árum úr 32 upp í 49. Hetta
kom fyrst og fremst av tí, at Sovjetsamveldið og Jugoslavia fóru
sundur í fleiri lond.
Fyrst í 1990-árunum tóku ymiskir partar av Jugoslavia sær
sjálvstýri, og kríggj brustu á ymsastaðni. Nú eru hesi londini
sjálvstøðugir statir: Slovenia, Kroatia, Bosnia-Hersegovina,
Makedónia, Serbia og Montenegro. Stríð er framvegis um
Kosovo, sum áður var partur av Serbia. Í 2008 lýsti Kosovo seg
sum sjálvstøðugt land. Nógv lond hava viðurkent Kosovo, teirra
millum USA og flestu ES-lond, men tað eru eisini nøkur lond,
ið ikki viðurkenna Kosovo sum sjálvstøðugt land, teirra millum
Serbia og Russland.
Sovjetsamveldið fór sundur í sjálvstøðugar statir
Sovjetsamveldið varð sett á stovn í 1922 og var til sum statur fram
til 1991. Tá fór tað sundur í 15 sjálvstøðugar statir. Tann størsti
parturin, 77 prosent, varð til Russiska Samveldið, ella Russland,
sum tað vanliga verður nevnt. Hini londini, ið vórðu til sum statir í
1991 ella sum aftur fingu sjálvstýri, vóru Estland, Lettland, Litava,
Hvítarussland, Ukraina, Moldava, Georgia, Armenia, Aserbadjan,
Kasakstan, Usbekistan, Kirgisia, Turkmenistan og Tadsjikistan.