Landafrøði 3 - page 21

EVROPA
21
serliga um veturin. Turrast er í Landsynningsspania. Í
býnum Almeria regnar í miðal einans 200 mm um árið.
Í Tórshavn er avfallið í miðal 1400 mm um árið, sum er
næstan 3 ferðir so nógv sum t.d. í Lissabon ella í Róm.
Menniskjan ávirkar landslagið
Stóra fólkatalið í Evropa hevur gjørt, at menniskjan
hevur stóra ávirkan á landslagið. Upprunaliga var alt
skógarvaksið, men nú er í staðin landbúnaður, ídnaður,
býir og vegir.
Í teimum norðastu økjunum, har færri fólk búgva,
er landslagið ikki broytt líka nógv. Í Norðursvøríki og
Norðurnoregi hava tey reindýr, sum ganga á beiti. Tað
ávirkar landslagið, men kortini verður fjallalendið har
vanliga hildið at vera villiniland. Teir stóru skógirnir
norðarlaga í Russlandi eru so at siga órørdir av manna­
hond. Har er so víðlent, at tað er alt ov langt at flyta
timbur, til at tað loysir seg at hava skógarvinnu. Bara
í teimum støðum, har tey hava funnið virðismiklan
málm, eru býir komnir, og landslagið er stórliga broytt.
Einaferð í tíðini var meginparturin av Evropa fjaldur
av leyvskógi, men nú eru næstan allir skógir burtur. Í
staðin er komin landbúnaðarjørð og bøur, har neyt,
seyður og geitir kunnu ganga á beiti.
Í Suðurevropa, við Miðjarðarhav, er skógurin næstan
fullkomiliga hovin, millum annað tí at seyður og geitir
ganga á beiti. Í staðin veksur har eitt serligt miðjarðar­
havskjarr. Hesin runnavøkstur klárar seg væl í turki og
ringari mold. Nú á døgum eru eisini stór øki, har tey
hava plantað olivintrø, víntrø og ymisk sitrustrø, so sum
appilsintrø.
Í londunum við
Miðjarðarhavið er vanligt at
hava olivintrø og seyðahald.
Her gongur seyður á beiti
millum olivintrø á oynni
Samothraki í Grikkalandi.
I...,11,12,13,14,15,16,17,18,19,20 22,23,24,25,26,27,28,29,30,31,...172
Powered by FlippingBook