EVROPA
27
Ferðavinna – ein tann størsti ídnaðurin í heiminum
Fólkatalið í Evropa er stórt. Meginparturin hevur góð lívskor, og
næstan øll hava frí í ein mánað ella meira á hvørjum ári. Hetta hevur
gjørt ferðavinnu til eina ta týdningarmestu vinnuna í mongum londum
í Evropa. Teir stóru munirnir á veðurlagnum norðanfyri og sunnanfyri
gera eisini sítt. Teimum, sum búgva har, ið kalt er, dámar at ferðast
hagar, sum heitt er, og øvut.
Frakland er fremsta ferðavinnuland í heiminum, um hugt verður at
talinumá ferðafólki. Í londunumviðMiðjarðarhavið hevur ferðavinnan
nógv at siga fyri búskapin og arbeiðsplássini. Samstundis kann ferða
vinnan eisini hava keðilig árin við sær. Hægri prísir, niðurslitið landslag,
dálking og vatntrot eru nøkur dømi.
Á sponsku oynni Mallorka vitja á hvørjum ári tíggju ferðir so nógv
ferðafólk, sum har búgva fólk. Tey hava roknað út, at hvørt ferðafólk
brúkar minst tríggjar ferðir so nógv vatn um dagin sum ein, ið býr har
fast.
Nógvastaðni hevur ferðavinnan stóran týdning, serliga í Suðurevropa.
Myndin er av templinum Akropolis í Athen, høvuðsstaðnum í Grikkalandi.