28
EVROPA
Trongligt í loftrúminum og í landslagnum
Tá ið ídnaðurin tók seg fram í Evropa, høvdu jarnbreytirnar sera stóran
týdning, men seinni stóðu tær seg ikki so væl í kappingini við annan
flutning. So hvørt sum alt fleiri fólk áttu bil sjálv, góvust ferðafólkatok at
koyra nógvastaðni. Nú á døgum hendir nakað tað sama í Eysturevropa.
Men nú eru tey aftur farin undir at byggja jarnbreytir. Í nógvum
londum hava tey sett snartok at koyra millum teir stóru býirnar. Tað
verða eisini alt fleiri, sum koyra við toki til arbeiðis og úr arbeiði. Í
fjølbygdum økjum er stutt millum býirnar, og tokið kann saktans
kappast við flogførini, tá tað ræður um at koma skjótt fram. So hvørt
sum fólk gerast varug við, hvussu ringa ávirkan flogferðslan hevur á
umhvørvið, vilja tey heldur koyra við toki.
Tó verða framvegis gjørdar stórar íløgur í motorvegir. Í ESlondunum
bygdu tey í 1990árunummotorvegir á so nógvum lendi, sum svarar til
10 fótbóltsvøllir – um dagin! Men hóast alt fleiri vegir verða gjørdir, so
stendur ferðslan ofta still nógvastaðni. Tað eru ógvuliga nógvir bilar í
Evropa í mun til støddina á londunum.
Viðhvørt er flogferðslan darvað av, at tað er so trongligt í loftrúm
inum. Flogvøllirnir fáa ikki tikið ímóti øllum flogførunum, og tað ger,
at stundum eru bíðirøðir uppi í luftini.
Í nógvum býum hava tey roynt at minka um
bilrøðirnar við at byggja meira motorvegir.
Men tað elvir ofta til, at bilarnir gerast enn
fleiri í tali. Á myndini er eitt motorvegamót
uttan fyri London í Bretlandi.
Kort yvir býir og vegir í Ruhrøkinum í
Týsklandi.