36
ASIA
Søga
Granskarar halda, at tey fyrstu menniskjuni í hesum heimspartinum
komu úr Afrika til vestara part av Asia fyri um leið 90.000 árum síðan.
Tey næstu 50.000 árini búsettust menniskju í øllum Asia, heilt til Ný
Guinea heilt har eysturi.
Tær fyrstu búsetingarnar, har menniskjuni veltu jørðina og høvdu
húsdýr, vórðu til í Vesturasia fyri um leið 11.000 árum síðan. Teir elstu
lutirnir, sum funnir eru frá hesari tíðini, stava úr Irak, Iran, Turka
landi, Sýria, Jordan og Ísrael. Nøkur túsund ár seinni vórðu land
búnaðarsamfeløg til í núverandi Kina.
Í longum, søguligum tíðarskeiðum vóru partar av Asia tey mest
framkomnu økini í heiminum, millum annað í landbúnaði, byggilist,
sigling og tøkniligum uppfinningum. Stór ríki vórðu til og hvurvu
aftur. Í 13. øld rakkmongolska ríkið heilt frá Kyrrahavi til Eysturevropa.
Angkor – høvuðsstaðurin, sumhvarv í skóginum
Frá fyrst í 9. øld var Angkor í núverandi Kambodja høvuðsstaður í tí stóra
og sterka Khmer-ríkinum, sum fevndi um eitt øki, ið var nógv størri enn
tað, sum nú er Kambodja.
Í árinum 1431 varð høvuðsstaðurin fluttur nakrar hundrað kilometrar,
og eingi fólk vóru eftir í Angkor. Skjótt fjaldi tropuskógurin allan býin, og
ikki fyrr enn fleiri hundrað ár seinni varð býurin funnin aftur. Nú á døgum
er Angkor við sínum einastandandi templum eitt tað týdningarmesta
søguliga plássið í Asia.