44
ASIA
Veldigar áir
Tær stóru áirnar, sum renna gjøgnum landslagið í Asia, eru millum
tær týdningarmestu í heiminum. Jørðin fram við áunum er avbera
fruktagóð, og har ber til at fáa stóra grøði. Tí eru nógv fólk búsett í
hesum økjunum, sum nú eru millum tey fjølbygdastu í heiminum.
Nógvar áir hava eisini stóran týdning sum farleiðir. Her er serliga
talan um Huang He og Chang Jiang, sum renna av Tibetháslættanum
út í Eysturkinahavið. Ein onnur týðandi farleið er áin Mekong, ið
hevur keldu í sama staði, men rennur út í Suðurkinahav.
Áirnar Indus, Ganges og Brahmaputra renna úr Himalaia út í
Bengalhav. Gjøgnum stóra, oydna Sibiria renna Ob, Jenisej, Lena
og nógvar aðrar áir. Úr fjallalendinum eystarlaga í Turkalandi renna
Evfrat og Tigris. Landið, sum tær renna ígjøgnum, er tað elsta dyrkaða
lendið í heiminum.
Stór, djúp vøtn
Í Asia er heimsins djúpasta vatn, Bajkalvatn. Tað goymir meira feskt
vatn enn nakað annað vatn í verðini. Vatnið við tí størstu ýtuni er eisini
í Asia. Tað er Kaspiskahav, men har er saltvatn.
Aralvatn er eisini ógvuliga stórt, men ýtan minkar í hvørjum.
Síðan 1960 er tað minkað niður í helvt. Ein stórur partur er vorðin
til saltoyðimørk. Í oyðimørkunum rundan um Aralvatn liggja gomul,
rustað skipsvrakupp í 60kilometrar frávatninum. Stóru fiskastovnarnir,
sum einaferð vóru, eru burtur, og nógv fólk har á leiðini hava fingið
ringa heilsu.
Tað eru fyrst og fremst vatningarskipanir, sum eru orsøk til, at
Aralvatn minkar. Meginparturin av vatninum úr áunum, sum áður
endaði í Aralvatni, verður nú brúkt í landbúnaðinum.
Áin Mekong er góðar 4.000 kilometrar
long og rennur av háslættanum í Tibet
fram við markinummillum Burma,
Laos og Tailand. Hon rennur gjøgnum
ein stóran áarósa í Vjetnam út í
Suðurkinahav.
•
Hvat heldur tú hevði hent
við áunum, sum renna úr
Himalaia, um veðurlags-
broytingarnar elva til, at
jøklarnir høgt uppi í fjøll-
unum bráðna?
?