Landafrøði 3 - page 43

ASIA
43
í áratúsund verið ein tvørlig forðing hjá fólkum, sum mugu ferðast á
hesum leiðum.
Stórir partar av Sibiria, Mongolia og inni í landinum í Kina eru
ómetaliga stórar fløtur ella háslættar. Tann tibetski háslættin er í
4.000–5.000 metra hædd.
Ógvislig eldgos
Eystarlaga í Asia, í Indonesia, í Filipsoyggjum og í Japan eru nógv
gosfjøll. Nógv teirra goysa ofta og hava elvt til stórar vanlukkur.
Í 1915 var eitt ógvisligt eldgos úr gosfjallinum Tambora í Indonesia.
Tá doyðu 92.000 fólk. Í 1991 kom so nógv øska úr gosfjallinum Pina­
tubo, at tað svarar til, at eitt øki til støddar sum Føroyar hevði alt
ligið undir einum 3,5 metrar tjúkkum lagi av øsku. Hendan nógva
øskan ávirkaði veðrið um næstan allan heimin. 110.000 hús vórðu
oyðiløgd, men hesaferð vóru granskarar førir fyri at boða frá gosinum
frammanundan. Tí doyðu ikki meira enn 900 fólk.
Tá ið eldgos var á Pinatubo í 1991, kom
so nógv øska úr tí, at tað ávirkaði veðrið
í stórum pørtum av heiminum.
I...,33,34,35,36,37,38,39,40,41,42 44,45,46,47,48,49,50,51,52,53,...172
Powered by FlippingBook