ASIA
47
Menniskjuni broyta vøksturin
Av tí, at stórir partar av Asia eru so fjølbygdir, er lítið eftir
av tí upprunaliga vøkstrinum. Tað er serliga galdandi
fyri tey fruktagóðu økini, har skógurin er høgdur, so
at jørðin kann verða velt. Nú á døgum eru nógvar
grassteppur
eisini dyrkaðar, og tað ber til, tí tey hava
bygt vatningarskipanir. Soleiðis er tað millum
annað í Kasakstan og Usbekistan.
Regnskógurin minkar tíverri eisini nógvastaðni
í Asia, og tey menniskjuni, sum har hava livað av at
veiða og at fiska, noyðast at flyta. Stór øki eru, har
regnskógurin allur er horvin, til dømis á Borneo.
Ein partur av regnskóginumer høgdur fyri at útvega
jørð til landbúnaðin. Nógv verður eisini høgt fyri at fáa
fatur á tí dýrabara viðinum. Viðurin verður nýttur til at
smíða hús og møblar. Í Japan gera tey enntá einnýtis etingar
pinnar burtur úr trøum úr regnskógunum.
Er skógurin horvin, er næstan ógjørligt at fáa hann aftur. Eitt
er, at jørðildið er grunt og vánaligt. Eitt annað er, at ógvisligt regn
skolar moldina burtur, serliga tá eingi trø eru at verja hana.
Meginparturin av viðinum úr regnskógunum verður seldur í
onnur lond, men tey fólkini, sum einaferð livdu í skóginum, fáa so
at siga einki burtur úr hesum.
Ein bóndi hevur verið eftir
brenniviði í Orissa, India.
Í Surgut, vestarlaga í Sibiria,
er veturin ísakaldur, men
summarið er lýtt. Hitamálarin á
einum av húsunum vísir -31°C.