52
ASIA
Eisini í Kina eru nógv ymisk mineral at finna. Malaisia, Tailand og
Indonesia eru tey londini, har mest tin verður útvunnið.
Ídnaðarframleiðsla av útflutningsvørum
Síðan fyrst í 1980-árunum hevur ídnaðurin tikið seg nógv fram í
Eysturasia og Landsynningsasia. Singapor og lond sum Suðurkorea,
Taivan og Malaisia hava lagt stóran dent á at byggja ein ídnað, sum
framleiðir vørur at selja í Evropa og USA. Eftirsum lønirnar ofta eru
lægri í Asia enn í vesturheiminum, kunnu verksmiðjurnar framleiða
vørurnar bíligari enn vestanfyri. Hetta hevur økt um inntøkurnar í
hesum londunum, og tað hevur gagnað teimum flestu íbúgvunum.
Londini eru knappliga vorðin ríkari, og tey verða ofta nevnd teir
asiatisku tikararnir
. Eisini í Kina veksur ídnaðurin skjótt.
Men í summum londum gongur menningin spakuliga. Teirra
millum eru til dømis Kambodja og Afganistan, har kríggj hava verið. Í
Nepal, Butan, Burma og Laos er so at siga eingin ídnaður. Har arbeiða
meira enn 70 prosent av fólkinum í landbúnaðinum.
Indarar – telduserfrøðingar
India er eitt land, sum mong kanska framvegis seta í samband við
fátækadømi. Men sannleikin er, at India nú á døgum hoyrir til fremstu
ídnaðarlond í heiminum. Har eru millum annað stór stálverk
og nógvur ídnaður, har tey framleiða útgerð og forrit til
teldur. Bangalore, ein stórstaður sunnarlaga í India,
er ein týðandi miðdepil í telduídnaðinum. Har eru
meira enn 250 stórar teldufyritøkur, og haðani
verða telduforrit og telduútgerð flutt út til
allan heim.
At India er eitt týðandi ídnaðarland
forðar tó ikki fyri, at nógvir indarar fram-
vegis eru ógvuliga fátækir. Í næstan øllum
londunum í Asia eru nógv fátæk fólk, og
ídnaðurin er ofta avmarkaður til nakrar
fáar býir ella nøkur øki.