Landafrøði 3 - page 62

62
AFRIKA
Búsetingin er fjølbroytt
Fólkatalið í Afrika nærkast einari milliard. (Í Evropa búgva um leið 730
milliónir.) Búsetingin er fjølbroytt. Nógv tey flestu búgva á bygd. Stór
øki eru strálbygd. Til dømis í oyðimørkunum búgva ikki nógv fólk.
Har búgva tey flestu í oasum ella nær við eitt nám ella eina oljukeldu.
Við summar oasur eru heilir býir vorðnir til.
Í londum sum Móritania, Libya og Namibia eru einans 2–3
íbúgvar fyri hvønn ferkilometur. (Í Føroyum búgva 34 fólk fyri hvønn
ferkilometur.) Men eisini í teimum vátu økjunum við miðkring búgva
fá fólk. Gambia er til dømis strálbygt.
Í londunum Burundi og Ruanda búgva í miðal 200 fólk á hvørjum
Ein tann størsti býurin í Afrika er
Johannesburg. Býurin er vorðin til á
hesum staði, tí at her varð nógv gull
funnið, og eisini diamantar.
I...,52,53,54,55,56,57,58,59,60,61 63,64,65,66,67,68,69,70,71,72,...172
Powered by FlippingBook