Landafrøði 3 - page 72

72
AFRIKA
Har, sum veðurlagið er turt, bæði norðarlaga og sunnarlaga, velta tey
hirsi og durra. Tað verður vanliga kókað til greyt, ið verður etin, sum
hann er, ella saman við grønmeti, fiski ella kjøti.
Eystarlaga og sunnarlaga í Afrika velta tey nógv mais, og har kóka tey
greyt úr maismjøli. Har, sum tað regnar meira, velta tey rís og rótarkýli
so sum kassava og jams.
Aðrastaðni, til dømis í Uganda, eru mjølbananir (matoke) týdning­
armesta føðin. Tey kóka og eta bananirnar nakað sum vit eta eplamorl.
Umframt hesa grøðina velta tey ertrar, bønir, ymisk sløg av káli,
spinat og mangt annað. Bananir og aðrar fruktir eru eisini vanligar.
Grøði, sum verður velt til at selja, kann vera kaffi, te, kakao, sukurrør,
jarðnøtir, bummull og sissal, sum verður gjørt til tog. Norðuri við
Miðjarðarhavið og suðuri í Suðurafrika er miðjarðarhavsveðurlag, og
har dyrka tey víndrúvur og sitrusfruktir.
Einføld amboð – stórur kunnleiki
Á teimum smáu familjugørðunum í Afrika nýta tey ofta sera einføld
amboð, kanska bara hakkara og ein tunnan viðarbul at grava við.
Summir bøndur brúka harumframt træplógv, sum teir spenna eina
kúgv ella eitt esil fyri.
Mátin, sum jørðin verður gagnnýtt, er sum oftast lagað eftir viður­
skiftunum í náttúruni á staðnum. Flestu bøndur hava stóran kunnleika
bæði til jarðarbrúk og til sítt egna umhvørvi. Mangan eru fólk komin
uttaneftir, til dømis embætismenn úr hjálandaveldum ella nútíðar
hjálpararbeiðarar, og hava hildið landbúnaðin í Afrika verið lítið fram­
komnan. Kortini hevur tað ofta víst seg, at teir staðbundnu mátarnir at
reka landbúnað bæði geva betri úrtøku og eru betri fyri umhvørvið enn
teir nýggju, vesturlendsku mátarnir.
Viðhvørt eru teir gomlu mátarnir tó óhóskandi, til dømis um bóndin
má flyta og dyrka jørðina í einum umhvørvi, sum hann ikki kennir.
Ella um fólkatalið veksur so nógv, at nýggir mátar at gagnnýta jørðina
skulu til. Tá ið nógv fleiri munnar eru at metta, kann tað henda seg, at
teir gomlu, kendu mátarnir ikki longur røkka.
Men hjá nógvum bóndum er tað sera torført at broyta mátan, sum
hann nýtir jørðina. Nýggj grøði, handilstøð ella maskinur kosta nógvar
pengar. Tá ið nýggjar leiðir skulu roynast, er stórur vandi fyri, at okkurt
miseydnast, og tað kann elva til, at familjan fer at ganga svong.
I...,62,63,64,65,66,67,68,69,70,71 73,74,75,76,77,78,79,80,81,82,...172
Powered by FlippingBook