Landafrøði 3 - page 64

64
AFRIKA
Ymiskmál og ymsir átrúnaðir
Fólk í Afrika hava nógvar ymiskar mentanir, siðvenjur, átrúnaðir, mál
og húðarlitir. Afrikanar eru ikki eitt fólk. Í Afrika búgva nógvir ymiskir
fólkabólkar, sum tosa nógv ymisk mál.
Fleiri enn túsund ymisk mál
Tað vóru hjálandaveldini í Evropa, sum settu mørkini millum londini í
Afrika, og evropearar løgdu lítið og einki í, hvønn fólkabólk íbúgvarnir
hoyrdu til. Ymiskir fólkabólkar við ymiskum máli og ymiskari mentan
endaðu tá í sama landi. Í næstan øllum londum í Afrika verða tí tosað
fleiri ymisk tungumál. Í Nigeria eru eini 200 ymisk mál at hoyra!
Meginparturin av fólkinum í Afrika dugir tvey ella fleiri mál.
Kortini skilja fólk úr hvør sínum landsluti í sama landi sjáldan hvørt
annað. Ofta tosa tey í staðin málið í fyrrverandi hjálandaveldinum, t.e.
enskt, franskt, portugisiskt ella spanskt – um tey duga tað.
Málini í fyrrverandi hjálandaveldunumhava so statt framvegis stóran
týdning í Afrika. Tey verða ofta nýtt í almennum høpi, av myndug­
leikunum, á skrivstovum, í sjónvarpi, bløðum o.s.fr. Í teimum flestu
londunum í Afrika ber ikki til at semjast um, hvat skal vera høvuðsmálið
í landinum, uttan at onkrir fólkabólkar kenna seg órættvíst viðfarnar.
Arabiskt er størsta málið
Tað málið, sum flest fólk í Afrika tosa, er arabiskt. Upprunin til arab­
iskt er á tí arabisku hálvoynni. Umframt í øllum Norðurafrika verður
arabiskt eisini tosað í Vesturasia. Norðurafrika (londini norðan fyri
Sahara) hevur meira í felag við londini í Vesturasia (tað, sum eisini
verður nevnt Miðeystur) enn við londini longri suðuri í Afrika.
Onnur stór mál, sum verða tosað í nógvum londum í Afrika, eru
hausa og svahili. Hesi mál verða eisini nógv nýtt í handilsviðurskiftum.
Ættbólkur – fólkabólkur
– tjóð
Orðið
ættbólkur
verður
vanliga nýtt um ein hóp
av fólkum, sum liva í
einum lítlum samfelagi
fyri seg. Oftast eru tey
skyld – kanska langt burtur.
Orðið
fólkabólkur
verður
nýtt um ein størri hóp av
menniskjum við sama máli
og somu mentan. Viðhvørt
er ein fólkabólkur tað sama
sum ein
tjóð
, men í einari og
somu tjóð kunnu eisini vera
ymiskir fólkabólkar.
Í Afrika eru yvir 1.000 mál. Her eru nøkur dømi.
Nøkur orð á afrikonskummálum
Amharinja
Svahili
Shona
Yoruba
Setswana
(Etiopia)
(Eysturafrika)
(Simbabvi)
(Nigeria)
(Botsvana, Suðurafrika)
hey
tenastele
hujambo
ehoi
bá-o
dumela
vatn
ooha
maji
mvura
omi
metsi
mjólk
wa’tat
maziwa
mukaka
wárá
masi
1, 2, 3
ant, hulet, sost
moja, mbili, tatu potsi, piri, tatu e-ní, é-ji, e-ta one, two, three
I...,54,55,56,57,58,59,60,61,62,63 65,66,67,68,69,70,71,72,73,74,...172
Powered by FlippingBook