AFRIKA
73
Ríkt náttúrutilfeingi – lítil ídnaður
Afrika er ein heimspartur við stórum náttúrutilfeingi, bæði
mineralum og ymiskum orkukeldum, til dømis vatnorku. Men
har er sera lítil ídnaður. Ídnaðurin í Afrika framleiðir til samans
bara um leið eitt prosent av tí, sum verður framleitt í heiminum.
Meginparturin av ídnaðinum er í Suðurafrika og í londunum
norðarlaga í Afrika.
Bundin av einari ávísari framleiðslu
Hóast Afrika er ríkur heimspartur, tá ið ræður um náttúru
tilfeingi, so eru nógv fólk í Afrika fátæk. Hetta stendst millum
annað av, at nógv lond í Afrika eru bundin av inntøkunum av
einari einstakari rávøru ella grøði, til dømis kopari ella kaffi,
sum tey selja tí ríka heiminum. Men prísurin á kopari og kaffi
er ógvuliga misjavnur. Hetta ávirkar aftur búskapin í londunum
soleiðis, at tað er torført hjá politikarum og øðrum at leggja
ætlanir og at seta tær í verk. Eitt ár gevur ein rávøra stóra inntøku,
sum so verður til íløgur í skúlar og heilsuverk. Men árið eftir
kann tað henda, at als ongar inntøkur verða.
Búskapurin í til dømis Liberia og Móritania er bundin at tí
jarnmálminum, sum har verður høgdur. Sambia er bundið at
prísinum á kopari, sum er at finna har. Libya, Algeria, Nigeria
og Gabon fáa næstan allar inntøkur sínar av at selja ráolju. Niger
er sera bundið av at flyta út uran, sum er í undirgrundini har.
Í Kongo (Kinshasa) er stórt náttúrutilfeingi. Har er nógv til av
kopari, kobolti, tini og diamantum. Har er eisini nógv vatn,
ið kann verða brúkt til vatnorku. Kortini er Kongo millum
fátækastu lond í heiminum. Náttúruríkidømið hevur bara gjørt
nøkur fá fólk rík, og samstundis hevur strembanin eftir at ogna
sær tað elvt til stríð. Og kríggj um náttúruríkidømið hevur elvt
til enn størri fátækadømi.
Í Vesturafrika, fyrst og fremst Gana og
Fílabeinsstrondini, er kakao týðandi grøði.
Tá prísurin á kakao fer upp ella niður, hevur
tað stóra ávirkan á búskapin í hesum londum.
Myndin er úr Gana.