Landafrøði 3 - page 24

24
EVROPA
Einsamallir garðar og trongligt í býum
Í Norðurlondum eru teir einstøku bóndagarðarnir ofta spjaddir úti í
landslagnum, men viðhvørt eru teir saman í einari bygd.
Fyrr var vanligt í øllum Evropa, at garðarnir vóru tætt saman í
bygdum ella smáum býum, men nýggir mátar at reka landbúnað hava
broytt hetta. Til dømis hevur hvør garður nú nógvar stórar maskinur, og
teimum tørvar meira pláss enn tað, sum var í teimum smølu gøtunum
inni í bygdini. Hallir til maskinur og stór fjós krevja pláss, og tað er ein
orsøk til, at garðarnir mangan eru fluttir út og standa fyri seg sjálvar.
Í Alpunum eru nógvar fyrrverandi bóndabygdir farnar yvir í ferða­
vinnuna og hava gistingarhús og matstovur til ferðafólk í staðin fyri
fjós og løður.
Húsdýr
Stór beitilendi eru víða hvar í Evropa. Langt har norðuri hava tey
reindýr, sum ganga á beiti á teimum stóru víddunum. Sunnarlaga, har
tað er turt, hava tey mest geitir. Í Bretlandi og Írlandi er nógvur seyður.
Um næstan alt Evropa hava tey neyt, bæði kjøtneyt og mjólkneyt.
Nógv er eisini til av grísum, men teir ganga sjáldan úti á beiti. Flestu
grísar eru altíð innandura.
Skáni í Svøríki.
I...,14,15,16,17,18,19,20,21,22,23 25,26,27,28,29,30,31,32,33,34,...172
Powered by FlippingBook