•
Sverri kongur
Eina-ferð var tað ein drongur, sum æt Sverri.
Hann búði í Kirkjubø. Hann búði í eini holu.
Mamma hansara arbeiddi hjá bispi. Tá ið hon fór
til arbeiðis, segði hon við Sverra, at hann skuldi
vera í holuni.
Sverri tímdi ikki at vera í holuni, tí fór hann út.
Hann lá aftan fyri ein stein og hugdi oman í
bygdina. Hann sá hini børnini spæla, men hann
kundi ikki fara oman til teirra.
Tá ið Sverri var vaksin, bleiv hann prestur. Hann
spurdi mammu sína, um hon var glað, nú hann
var prestur. Men mamman fór at gráta.
Tú skalt ikki vera prestur, tú skalt vera kongur.
Pápi tín var kongur í Norra.
So fór Sverri til Norra, og at enda bleiv hann
kongur í Norra.
Hetta var søgan um Sverra kong, sigur Lív.
1
5
10
15
Hervør og Høgni
169