Hervør og Høgni - Lesibók til fyrsta - page 171

Virgar:
Eg dugi at ríma:
Eitt igulker vit funnu her,
og Høgni heim til hús tað ber.
Sjúrður:
Eg dugi eisini at ríma.
Hygg ein krækling, sum eg fann
heim til hús við honum rann.
Igulker
Igulker livir á botninum.
Igulker líkist eini nálapútu
og er næstan runt.
Langir píkar standa út alla­
staðni uttan á síðuni, sum
vendir niður.
Munnurin er undir dýrinum
og gotið omaná.
Kræklingur
Kræklingur er bláur á liti
og verður umleið 8 senti-
metrar langur.
Hann er ofta at finna í
áar-ósum og á steinum.
Kræklingur heldur sær
fast við træðrum, sum
hann spinnur.
igulker
dugi
krækling
Hervør og Høgni
171
1...,161,162,163,164,165,166,167,168,169,170 172,173,174,175,176,177,178,179,180,181,...188
Powered by FlippingBook