Hervør og Høgni - Lesibók til fyrsta - page 172

Anna Maria:
Eg veit eina søgu
um eina øðu.
Uttan er hon brún,
eg fann hana, tá eg fór út í tún.
Onkur hevur hana mist,
men eg fann hana fyrst.
Eyðfinnur:
Eg veit eisini eina gátu.
Hon er um eina rípu-skel:
Hon líkist einum hjarta.
Vøkur sum sólin bjarta.
Øða
Øðan líkist kræklingi, men
hon er størri.
Hon verður umleið 14
sentimetrar long.
Hon er brúnlig á liti.
Øða smakkar væl.
Rípu-skel
Rípu-skelin líkist einum hjarta.
Hon livir á sand- og móru­
botni.
Hon hevur ein fót, sum hon
hoppar eftir botninum við.
øðu
fyrst
rípu-skel
líkist
hjarta
bjarta
1
5
1
5
Hervør og Høgni
172
1...,162,163,164,165,166,167,168,169,170,171 173,174,175,176,177,178,179,180,181,182,...188
Powered by FlippingBook