Hervør og Høgni - Lesibók til fyrsta - page 180
Lærarin:
Hvør er tað,
sum hevur kamb,
men ikki greiðir
sær?
Anna:
Tað eri eg!
Lærarin:
Hvønn lit
hevur ein gás?
Marna:
Hon er brún!
Lærarin:
Nei, ein gás
er ikki brún.
Marna:
Jú, tá hon er
stokt.
Óli og mamman fara út.
Óli:
Mamma, hevur tú
pengar við?
Mamma:
Hví? Eg skal ikki
brúka pengar.
Óli:
Kanska fari eg at
gráta, tá vit eru komin
út.
Hans:
Eg eri so glaður,
tí eg ikki eri
føddur í Onglandi.
Eyð:
Hví?
Hans:
Tí eg dugi ikki
enskt!
Lærarin:
Um tit
eta karri-bollar,
og tú hevur tveir
og etur teir. Hvat
hevur tú so eftir?
Ýr:
Sós og rís.
Gaman
•
1
5
1
5
1
5
1
5
1
5
Hervør og Høgni
180
1...,170,171,172,173,174,175,176,177,178,179
181,182,183,184,185,186,187,188