•
Skelja-dýr í fjøruni
Nú er fyrsti flokkur í fjøruni.
Har finna tey nógv skelja-dýr.
Tá ið tey koma aftur í skúla,
koyra tey øll dýrini í eina balju.
So fara tey at vita,
hvussu dýrini eita.
Tey leita í bókum og á netinum.
Rannvá:
Eg fann eina fliðu.
Gubbi hevur lært
meg eina gátu um
hana. Hoyr:
Ber búk á baki
undir flint-hørðum
taki.
•
Fliða
Fliða er snigil, sum situr á steinum
í fjøruni.
Hon flytur seg av og á, men sýgur
seg altíð fasta, tá ið fjøra er, so at
hon ikki skal torna.
Hon er sera ring at fáa leys.
baki
taki
1
5
1
5
Hervør og Høgni
170