•
Rím og ramsur
Nissupól í Trøðum
hann átti ein kálv,
nú er søgan hálv.
Hann átti eina kannu
við ongum túti,
nú er søgan úti.
Hulda mulda tulda
hav tú títt
gev mær mítt
tí títt er betri enn mítt.
Tá títling
bein bekil
knæ hjúling
lærið á lundanum
vombin í
veðurlambinum
bringan bratta
høkan fatta
muður matvísur
tenn tyggjandi
nøsin niðurboygd
eygað avlangt
ennið bollið
grúkur ógvuligur
illa oyrað
sum ikki vil hoyra.
Dikki, dikki, dillurnar
omma misti brillurnar
í ein køst,
so var rumpan føst!
Nina, nina, nái
omman er úr Vági,
abbin er úr Porkeri
nina so tín lortungi.
1
5
1
5
10
15
Hervør og Høgni
178