Hervør og Høgni - Lesibók til fyrsta - page 173

Niels Pauli:
Hygg, hygga her:
Ein kúvingur
ein snú-ingur,
eg helt tað var eitt ber.
Vár:
Eg veit eina skel, sum
eitur eftir okkara
lærara.
Una:
Er tað ein Lív-skel?
Vár:
Nei, tað er ein
Jákups-skel.
Jákups-skel
Jákupsskel er umleið 9
senti-metrar long.
Hon dugir væl at svimja.
Hon tekur sjógv inn og
klamsar skeljarnar saman
Sjógvurin sprænir út, og á
henda hátt svimur hon.
kúvingur
snúingur
skel
Purpur-kúvingur
Purpur-kúvingur er eitt rov-dýr,
og hann borar hol í kræklingar og
etur teir.
Hann er umleið 3 sentimetrar
langur.
Hann er sera vanligur í sjóvar­
málanum.
1
5
1
5
Hervør og Høgni
173
1...,163,164,165,166,167,168,169,170,171,172 174,175,176,177,178,179,180,181,182,183,...188
Powered by FlippingBook