Skip to main content

Haraldur Blátonn (?-986/87)

clean old autocad installations cinema maxon model dosch buy corel draw 12 autocad electrical 2011 oem autodesk inventor workstations autodesk inventor publisher 2012 (64-bit) autodesk revit lt 2015Haraldur kongur Gormsson eisini nevndur Blátonn var kongur í Danmark. Vit vita ikki nær hann var føddur, men hann ráddi frá uml. 958 til hann doyði uml. 987. Haraldur var sonur danska kongin Gorm Gamla og Thyru Dannebod. Haraldur doyði í Jomsborg, sum helst hevur ligið á oynni Wollin í Eystarasalti.

Sambært Adami av Bremen (uml. 1040 - uml.1081), sum skrivaði krønikuna: Søgan hjá teimum hamburgsku erkabiskupunum, ráddi Haraldur Blátonn fyrst saman við pápa sínum, síðan einsamallur fram til 980-árini, tá ið sonurin, Sveinur 1. Tjúguskegg, gjørdi uppreistur, sum hevði við sær at Haraldur doyði uml. 987.

Adam av Bremen sigur um Harald, at hann, mótsett pápanum, tók jaliga ímóti teimum kristnu trúboðarunum, ið komu sunnanífrá. Vit vita ikki neyvt nær Haraldur vendi um til kristna trúgv, men á stóra Jellingesteininum stendur, at Haraldur Blátonn kristnaði danir. Á steininum stendur eisini, Haraldur hevði valdið í øllum Danmark og Noregi við. Viðv. valdinum í Noregi verður helst sipað til, at hann setti Hákun jall sum undirkong sín í Noregi.

Uml. 973-974 var stríð millum Harald Blátonn og týsk-rómverska keisaran Otto 2. Danmark og Haraldur Blátonn taptu hetta stríð, og Haraldur bant seg til at kristna Noreg.

Viðurnevni Blátonn hevur Haraldur helst fingið, tí hann hevði eina myrka tonn (blátt = myrk/svart). Bluetooth tøknin, sum stóra svenska KT-fyritøkan Ericsson hevur ment, og sum vit kenna frá telefonum og øðrum, er uppkallað eftir Haraldi Blátonn, og búmerki fyri Bluetooth byggir á rúnurnar fyri forbókstavir hansara H og B -

Runic letter ior.svg og Runic letter berkanan.svg.

 

Keldur:

Hans J. Debes: Føroya Søga 1

Hans J. Debes: Ólavur Haraldsson og Noregs ríki - ein søgu lýsing

Wikipedia