Hákun jallur Sjúrðarson (uml. 935-995)
Føroyingasøga sigur, at brøðurnir Brestir og Beinir hava helmingin av Føroyum í len frá Hákuni jalli. Hetta kann ikki vera heilt rætt, tí Hákun jallur hevur neyvan havt nakað vald í Føroyum, og orðið len (lánorð úr týskum - Lehn) var ikki komið inn í norrønt mál so tíðliga. Í Føroyingasøgu fáa vit eisini at vita, at Sigmundur Brestisson gerst hirðmaður hjá Hákuni jalli og krevur skatt inn fyri hann.
Hákun jallur Sjúrðarson ella Hákun Løðujallur (han var jallur á Løðum) ráddi í Noregi frá uml. 970 til 995. Hann gjørdist jallur í 961 eftir, at Haraldur Gráfeldi og Eirikssynirnir høvdu myrt pápa hansara Sjúrð Hákunsson Løðujarl. Hetta hevði við sær hart stríð millum Hákun jall og Eirikssynirnar. Í fyrstuni stuðlaði Haraldur Blátonn danakongur Haraldi Gráfeldi og brøðrunum, men so hvørt sum teir fingu meiri og meiri vald í Noregi, gjørdist Haraldur Blátonn stúrin um, at Haraldur Gráfeldi skuldi fáa ov nógv vald, og tí lokkaði hann Harald Gráfeld til Danmarkar, har hann varð dripin í einum slysálopi á ferðini hagar. Eftir hetta fekk Hákun jallur valdið í Noregi frá Haraldi Blátonn.
Í kap. 10 í Føroyingasøgu verða hesar hendinar stutt lýstar soleiðis: “Tað summarið ið brøðurnir Brestir og Beinir vórðu dripnir, varð høvdingaskifti í Noregi; Haraldur Gráfeldur var feldur frá landi og ríki, og Hákun jallur kom í staðin og var tá fyrst skattajallur hjá Haraldi kongi Gormssyni og hevði ríkið í hondum frá honum. Tá var gjørdur endi á øllum valdinum hjá Gunnhildarsynum (Eirikssynum); summir vóru dripnir, og summir flýddu av landinum.”
Hákun jallur stuðlaði Haraldi Blátonn í stríðnum móti týsk-rómverska keisaranum Otto 2. uml. 973-974. Otto 2. sigraði í hesum stríðnum, og Haraldur bant seg til at kristna Noreg. Hákun varð noyddur at lata seg doypa og venda um til kristindóm, men seinni segði han hesa trúgv og danska stýrið í Noregi frá sær. Eftir hetta gavst hann at gjalda skatt til danakong, og skilnaður kom teirra millum. Haraldur Blátonn doyði seinni í stríðnum við Hákun jall, og í eina tíð gjørdu danir ikki krav uppá valdið í Noregi.
Hákun jallur gjørdist sum frá leið illa lýddur millum stórmenninar í Noreg, og teir gjørdu uppreistur í móti honum. Tá so Ólavur Trygvason í 995 kom úr Onglandi til Trøndalag við einum stórum heri, valdu stórmenninir at stuðla Ólavi. Endin var, at Hákun jallur mátti flýggja og var síðan dripin í 995.
Keldur:
Føroyingasøga
Hans J. Debes: Føroya Søga 1
Hans J. Debes: Ólavur Haraldsson og Noregs ríki - ein søgu lýsing
Wikipedia