Beinir Sigmundsson
Beinir var sonur Sigmund (Gøtuskeggja). Hann var líkur bróðurinum Bresti, men kundi tó ikki meta seg javnan við hann. Hann hevði frilluna, Tóru, og saman áttu tey sonin, Tórir, ið var tvey ár eldri enn Sigmundur Brestisson (s. 6-8 VUH, s. 10-12 BN).
Hann og bróðirin Brestir vóru viðgitnir menn og vóru høvdingar yvir helvtini av oyggjunum og høvdu hana í len frá Hákuni jalli Sjúrðarsyni (935-995), sum sat við valdinum til 995, sum tá hevði ríki inni í Tróndheimi. Báðir vóru hirðmenn jalsins og kærstu vinir hansara. Teir høvdu høvdingasetur í Skúvoy og eitt minni búgv í Dímun.
Leikluturin hjá Beinir eins og hjá soninum Tóri er at líkna við skuggapersónar, hvørs endamál er at hevja tann, ið teir standa í skugganum hjá, ávikavist Brestir og Sigmundur.