Tóra Sigmundardóttir
Tóra Sigmundardóttir var elsta dóttir Sigmund Brestisson og Turið, fødd á fjallinum í Noregi. Stórvaksin og manslig og ikki mikið vøkur. Longu á ungum árum svinn og vitug genta (s.66 VUH).
Tóra verður lýst ígjøgnum hendingar og atburð ígjøgnum søgugongdina. Eins og Tróndur í Gøtu er hon strategur og taktikari, og bæði ætt hennara og maður hennara, Leivur Øssurson, søkja hennara ráð. Hon er snild og snarráðin og megnar at finna loysnir, tá ið harðast leikar á.
Tóra giftist Leivi Øssursyni. Saman fingu tey sonin Sigmund.