Tollakur Gøtuskeggi
Tollakur var bróðir Trónd í Gøtu. Hann verður ikki lýstur (hann er ein skuggapersónur), men vit fáa at vita, at hann var eldri enn bróðurin Tróndur, og at stórur aldursmunur var á teimum báðum. Hann var giftur og var hjá pápa sínum í Gøtu. Stutt eftir giftuna, doyði pápin.
Bæði Tollakur og Tróndur ynkstu heimabúgvið. Teir kastaðu lut um jørðina, og Tróndur vann lutakastið. Tollakur royndi at bjóða Tróndi leysafæ fyri at fáa búgvið, men til fánýtis. Eftir hetta fór hann burtur haðani og fekk sær annan bústað í oyggjunum (VUH:2).
Tollakur var faðir Sjúrð Tollaksson og Tórð Lága.