Sigmundur Brestisson
Sigmundur Brestisson (961-1005) var sonur Brestir Sigmundarson og frilluna Cesiliu. Hann misti pápan nýggju ára gamal og saman við Tóri Beinisson varð han seldur til Noregs sum trælur, og har vaks hann til mans. Longu sum barn sást gott mansevni í honum (VUH:7). Hann giftist Turið, dóttur Torkil Turrafrost og Ragnhild. Saman fingu tey dóttrina Tóru og fýra synir: Tórálv, Steingrím, Brand og Hera. Teir vóru allir evnaligir (VUH:66).
Lýsingin av Sigmundi sampakkar við lýsingina av faðirinum. Teir verða lýstir ígjøgnum atburð og gerðir í søgugongdini, eins og í skoðsmálum frá øðrum monnum. Sagt verður um Sigmund, tá ið hann kom aftur til oyggjarnar, at ikki hevði so mætur maður komið til Føroya sum hann (BN:58).
Í kap. 12, tá Sigmundur er hjá Úlvi, verður sagt um hann, at hann “var skjótt kønur í øllum listum Úlvs, so at hann varð hin størsti avreksmaður, og Tórir líkaso, tó kom hann ikki til javns við Sigmund” (VUH:19). Hjá Úlvi fremur Sigmundur manndómsbragdið at taka lívið av eini bjørn. Úlvur gevur tá Sigmundi tað skoðsmál, at mong avreksverk munnu fara at spyrjast av honum.