Tróndur í Gøtu
Tróndur í Gøtu (uml. 945-1035) var sonur Torbjørn Gøtuskeggja og Gudruna og yngri bróður Tollak. Hann búði á høvuðsetrinum hjá Gøtuskeggjaættini í Gøtu í Eyturoy, var ríkur fríbóndi og umboðaði ikki útlendskt vald. Eingin kona verður nevnd í FS, men tað verður nevnt, at hann eigur eina dóttur. Hann legði alt Føroyaland undir seg og allar ognirnar hjá Havgrími og Bresti og Beini, tá ið teir vóru falnir. Hann ráddi einsamallur í oyggjunum, meðan Sigmundur var í Noregi.
Um útsjóndina verður sagt, at hann var stórur maður av vakstrarlagi, reyðhærdur og reyðskeggjaður, frøknutur í andlitinum og grefligur í ásjón (VUH:5).
Lyndiseyðkenni hansara verða í beinleiðis lýsing søgd at vera: dapur í huga, skjóttonktur og gløggur, svikafullur í øllum brøgdum, ódællur (óreinur) og ilskur við smámenn, blímæltur við yvirmenn, men hugsaði altíð um svik (VUH:5).
Hann fostraði og skúlaði høvdingaevnini upp á høvuðsetrinum í Gøtu.
Tróndur verður óbeinleiðis lýstur ígjøgnum alla søgugongdina. Hann er tann persónurin, ið er við frá byrjan til endan. Hansara atburður váttar beinleiðis lýsingina av honum. Hann er strategur, taktikari, hevur altíð hugsað longri enn hini, hevur altíð duldar ætlanir, tilrættaleggur altíð og vinnur tí á mótstøðumonnum og fær sín vilja.