Tórir Beinisson
Tórir Beinisson (959-1005) var sonur Beinir Sigmundarson og frilluna Tóru. Hann var tvey ár eldri enn Sigmundur Brestisson. Hann var ellivu ára gamal, tá ið hann misti pápa sín og varð seldur saman við Sigmundi til Noregs sum trælur, og har vaks hann til mans hjá Úlvi saman við Sigmundi. Einki frættist um privata lívið hjá Tóri. Vit vita ikki, um hann hevði konu og børn.
Á sama hátt sum Beinir verður sammettur við Brestir, verður Tórir sammettur við Sigmund, og niðurstøðan er altíð hin sama: Hann var góður, men ongantíð javnur hin.