Skip to main content

Haraldur Hárfagri (uml. 850–uml. 931)

autodesk civil 3d 2021 prices canada corel painter converting autodesk inventor files to pro e autocad civil price autodesk ecotect priceFyrsti kongur, sum verður nevndur í Føroyingasøgu er Haraldur Hárfagri. Hann var sonur Hálvdan Svarta og Ragnhild Sjúrðardóttir. Haraldur Hárfagri verður roknaður sum fyrsti kongur yvir øllum norðmonnum, hann var kongur í øllum Noreg í uml. 40 ár, men longu í hansara kongstíð var ríkið hansara um at fara sundur. Ein orsøk til hetta var, at Haraldur áðrenn hann doyði hevði givið synum sínum ríki og kongsnavn. Haraldur Hárfagri var Noregs kongur umleið ár 872–931, eftir at hava verið kongur yvir pørtum av landinum síðani 860-árini. Summi rokna tí kongstíð hansara frá hesum árum.

Viðurnevni Hárfagri fekk hann, tí hann svór ikki at klippa sær hárið, fyrr enn Noreg var savnað í eitt ríki.

Eftir deyða Harald Hárfagra, vóru synir hansara kongar, fyrst Eirikur Blóðøks og síðan Hákun Góði eisini nevndur Aðalsteinsfostri.

Haraldur Hárfagri hevur ikki stóran leiklut í Føroyingasøgu, men er við til at tíðarfesta nær Eyð hina Djúphugaða, ættmóðir gøtuskeggja kom til Føroya:

Men tá ið Haraldur Hárfagri var á døgum, flýddi stór mannfjøld undan harðræði hansara; summir settust í Føroyum og bygdu har, men summir leitaðu til onnur óbygd lond.

Eyð hina Djúphugaða fór til Íslands og legði inn í Føroyum og gifti har Óluvu, dóttur Torstein Reyða, og haðani er komin hin mætasta ættin í Føroyum, sum tey kalla Gøtuskeggjar, ið búðu í Eysturoynni (Føroyingasøga, s. 1).

Keldur:

Føroyingasøga

Hans J. Debes: Føroya Søga 1

Hans J. Debes: Ólavur Haraldsson og Noregs ríki - ein søgu lýsing

Wikipedia