Eirikur jallur Hákunarson (957-1024)
Jallarnir Sveinur og Eirikur taka við valdinum í Noregi eftir, at Ólavur Trygvason er deyður í ár 1000, og í kap. 35 í Føroyingasøgu fáa vit at vita, at Sigmundur Brestisson nú gerst hirðmaður hjá banamonnum Ólavs kongs, eins og hann hevði verið tað hjá faðir teirra Hákuni jalli . “Jallarnir Sveinur og Eirikur sendu boð út til Føroya til Sigmund Brestisson, at hann skuldi koma á teirra fund. Sigmundur legst ikki á boðini og fer til Noregs og hittir jallarnar norðuri á Løðum í Tróndheimi. Teir taka væl ímóti honum og sera hjartaliga; minnast nú aftur á gamalt vinarlag. Sigmundur gjørdist nú hirðmaður teirra. Teir geva honum Føroyar í len, og teir skiljast í mesta blídni og vinskapi. Sigmundur fer út til Føroyar um heystið.” Hetta við, at Sigmundur fær Føroyar í len, man ikki vera heilt rætt, tí hvørgin teirra man hava havt nakað vald í Føroyum, og orðið len (lánorð úr týskum - Lehn) var ikki komið inn í norrønt mál so tíðliga.
Eirikur jallur Hákunarson var leysingabarn hjá Hákuni Løðujalli. Eirikur var jallur á Løðum í Tróndheimi (uml. 995-1012), har hann ráddi saman við bróðir sínum Sveini jalli Hákunarson. Føroyingasøga sigur, at “teir sótu fyri tað mesta á Løðum í Tróndheimi á faðirleivd síni; mesti styrkur teirra var eisini har, ið teir høvdu ættarbond síni. Tó var Eirikur fremri av brøðrunum í øllum lutum.”
Eirikur jallur var saman við Sveini Tjúguskegg danakongi og svenska konginum Ólavi Skotkonung í badaginum í Svoldur í Oyrarsundi í ár 1000, tá ið Ólavur Trygvason fall. Eftir bardagan í Svoldur gjørdist hann undirkongur hjá Sveini Tjúguskegg í Noregi fram til 1012, tá ið sonurin, Hákun Eiriksson, tók við fram til 1015. Í 1014 fór Eirikur við Knúti Mikla danakongi at taka Ongland. Eirikur var jallur í Northumbria í Onglandi til hann doyði.
Flestu søgur siga, at Eirikur og Sveinur Løðujallar tóku við kristnari trúgv, í øllum førum formelt. Hetta var taktiskt gott, tí teir høvdu tørv á stuðli frá kristnu kongunum í Danmark og Svøríki. Eirikur var ikki sterkari í trúnni enn, at hann lat tað vera trúðarfrælsi í Noreg meðan hann ráddi, hetta var eisini politiskt taktiskt fyri at tekkjast stórmonnunum, sum vóru ógvuliga ónøgdir við kristna harraðið hjá Ólavi Trygvasyni.
Í 1016 mistu Løðujallarnir valdi í Noregi, og Ólavur Heilagi Haraldsson gjørdist kongur.
Keldur:
Føroyingasøga
Hans J. Debes: Føroya Søga 1
Hans J. Debes: Ólavur Haraldsson og Noregs ríki - ein søgu lýsing
Wikipedia