Skip to main content

Sigmundar kvæði

 

prices for autocad revit autodesk price autodesk inventor sale corel draw 11 mac download price 79.90 autocad 2007 price where can i buy corel wordperfect office x4 standart autodesk ltdCCF 22 B

TSB E 30

 

1 Ólavur kongur veitslur beyð

Gud og milda Mariu moyggj:

 

            Noregis menn,

            dansið væl í friðum,

            stillið tygur allar,

            riddarar, Noregis menn,

            dansið væl í friðum!

 

2 Í Noregi býr ein kristin mann,

Óli Tryggason eitur hann.

 

3 Kongurin heitir á sveinar tvá:

“Heintið mær Sigmund inn fyri borð!”

 

4 Áðrenn teir høvdu hálvtalað orð,

fyrr var Sigmundur inn fyri borð.

 

5 Sigmundur fellur á síni knæ:

“Nádigi harri, hvat viljið tær?”

 

6 “Tú skalt fara til Føroya vestur,

tær skal fylgja Tambar prestur.

 

7 Í Føroyum býr ein menskur mann,

Tróndur í Gøtu eitur hann.

 

8 Hvørt er hann tann kappin reysti,

ella er hann tann gívurin treysti?”

 

9 “Ikki er hann tann kappin reysti,

heldur er hann tann gívurin treysti.”

 

10 Kongurin tekur í Sigmunds hond:

“Eg gevi tær helvtin av Føroya land.”

 

11 Sigmundur síni skikkju skeyt,

besti knørr av Noregi fleyt.

 

12 Hann vindur segl í húnar hátt,

hann trýr so væl upp á sín makt.

 

13 Sigmundur dregur av handskar smá,

sjálvur mátti hann til stýri gá.

 

14 Næturnar tvær og dagar tríggjar,

fyrr enn hann fekk Føroyar at síggja.

 

15 Sjógvarnir bróta streyma strítt,

einki óttast Sigmundur slíkt.

 

16 Sjógvarnir gerast gulir og bláir,

sandurin inni á tilju lá.

 

17 Sjógvarnir bróta sum boðafles,

heldur nú beint á Mjóvanes.

 

18 Sjógvarnir gerast gul og blá,

inn á Gøtu stýrir á.

 

19 Náttina ein og dagar tvá

Sigmundur út fyri Gøtu lá.

 

20 “Tó ið tað kostar lív og lund,

eg nái ikki inn á Gøtu sund.

 

21 Tó ið tað kostar lív og and,

eg nái ikki inn á Gøtu sand.

 

22 Eg nái ikki inn á Gøtu sand,

Tróndur reisir mót os gand.”

 

23 Nú skal taka upp annan tátt,

sigla norð til Svínoyar brátt.

 

24 Í Svínoyggj býr ein menskur mann,

Bjarni bóndi eitur hann.

 

25 Vindur hann segl í húnar hátt

og trýr so væl upp á sín makt.

 

26 Sjógvarnir bróta sum boðafles,

nú fer hann norð fyri Mjóvanes.

 

27 Kastar ankar á hvítan sand,

fyrst steig Sigmundur fótum á land.

 

28 Tá ið hann kom í bóndans garð,

alt lá fólk í svøvni har.

 

29 “Eg havi ikki verið í Svínoyggj fyrr,

nú skal bróta bóndans dyr!”

 

30 Flóðið kemur í serki fram:

“Vinn ikki gomlum manni skamm!”

 

31 “Vil hann Bjarni kristin vera,

so skal eg honum einki gera.”

 

32 Tað var bóndans fyrsta orð:

biður bera dúk á borð.

 

33 Tað var bóndans annað orð:

biður bera mat á borð.

 

34 Tað var bóndans triðja orð:

biður bera drekka á borð.

 

35 Tað var teirra gaman mest,

drukku og dansaðu í dagar seks.

 

36 Tað var teirra gaman í,

drukku og dansaðu í dagar ní.

 

37 Tað gjørdi hann Sigmundur har:

kristnaði bóndan og alt har var.

 

38 Nú skal taka upp triðja tátt,

sigla so til Dímunar brátt.

 

39 Í Dímun býr ein menskur mann,

Øksir bóndi eitur hann.

 

40 Hann vindur segl í húnar hátt,

hann trýr so væl upp á sín makt.

 

41 Sjógvarnir bróta sum boðafles,

nú fór hann suður fyri Mjóvanes.

 

42 Sigmundur siglir um Skúvoyarfjørð,

skútan bognar sum ein gjørð.

 

43 Sigmundur gongur í ymsi borð,

heldur nú beint á Grønuskor.

 

44 “Vær skulum fara upp eystur í Rætt,

har er fyri fjøruslætt.”

 

45 Torbjørn tekur í Sigmunds hond:

“Lova mær nú fyrst á land!”

 

46 “Eg lovi tær ei upp um sinn,

tú skalt goyma skipum mín!”

 

47 Kastar upp svørð í fríðan hjall,

oddurin niður í grótið gall.

 

48 Tríati favnar var bergið hátt,

Sigmundur lesti seg við ein tátt.

 

49 Á gøtuni lógu garpar tveir,

bráðan bana fingu teir.

 

50 Sigmundur veit sær onga neyð,

reikar heim á Skorarheyggj.

 

51 Øksir møtir *Guðrun á gátt:

“Eg sær mann á henda hátt.”

 

52 “Sært tú mann á henda hátt,

hann var ikki her á jólanátt.”

 

53 Flýggjar øllum vákn í senn,

loypur í borg við níggju menn.

 

54 Níggju menn og málmara[r] tólv,

taka nú allir at verja borg.

 

55 Vestan á borgina vá hann seg á,

mann vá hann frá Øksir tá.

 

56 Øksir stóð og sá hará:

“Ei skulu fleiri fara so!

 

57 Eg gav tær lív, og tað var væl,

 Tróndur læt sláa tín faðir í hel.”

 

58 Sigmundur reiggjar brandi á loft:

“Hetta brigður tú mær ofta!”

 

59 Tað var ikki barnagaman,

Sigmund og Øksir bórust saman.

 

60 Teir bardust fullar dagar tvá,

hvørgin kundi sigur av øðrum fá.

 

61 Bardust fullar dagar tríggjar,

hvørgin kundi sigur á øðrum síggja.

 

62 Fjórða dagin at kvøldi,

tað var Sigmundur, Øksir feldi.

 

63 “Nú skal taka til listir tær,

Óla Tryggason kendi mær!”

 

64 Sigmundur vá við opnum skildri,

fóturin av, so hondin fylgdi.

 

65 Sigmundur vá við opnum *til,

fóturin av og hondin við.

 

66 Øksir talar so fyri sær:

“Hatta hevði eg ætlað mær.”

 

67 Svaraði Øksir við stór tvang:

“Sigmundur, før meg vestur á Drang!”

 

68 “Tað boð skalt tú av mær tiggja,

vestur á Drangi skalt tú liggja.”

 

69 Tað var Øksirs síðsta orð:

“Høvdið skal venda at Grønuskor.

 

70 Høvdið til, og føturnir frá,

so eg má aftur á skorina sjá.”

 

71 Suður í Suðuroyggj varð hann dripin,

norð í Skúgvoggj varð hann grivin.

 

            Noregis menn,

            dansið væl í friðum,

            stillið tygur allar,

            riddarar, Noregis menn,

            dansið væl í friðum!

 

CCF 22 B

TSB E 30

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos (1781-82) Gl. kgl. Saml. 2894, 4to, vol. II, Nr. 9, s. 59.

 

Útgávur:

1. Chr. Matras (ed.): Svabos Færøske Visehaandskrifter (1937-39) s. 29.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 455.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 7. bind, s. 66.

 

Heimild: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági 1781-1782.