Skip to main content

Sigmundar kvæði

 

CCF 22 Ca

TSB E 30

 

1 Ólavur kongur kristnum býður,

Gud av milda miskunns tíðir.

 

            Noregis menn,

dansum væl og fridlig,

            stillið ydur allar

            riddarar, Noregis menn,

            dansið væl og fridlig!

 

2 Ólavur kongur kristnum beyð,

Gud av milda miskunns tíð.

 

3 Ólavur heitir á sveinar tvá:

“Biðið Sigmund for meg inngá!”

 

4 Inn kemur Sigmundur, fellur á knæ:

“Krist signi teg, harra, hvat vilt tú mær?”

 

5 “Tú skalt fara til Føroya í ár.

tær skal fylgja Tambar.

 

6 Tú skalt fara til Føroya vestur,

tær skal fylgja Tambar prestur.

 

7 Í Føroyum býr ein menskur mann,

Tróndur í Gøtu er hans navn.

 

8 Tróndur í Gøtu er hans navn,

mín kæri Sigmund, fá mær hann!”

 

9 Sigmundur svaraði orðum so:

“Hann er ikki góður at fá.”

 

10 “Hvat er hann tann kappin reystur,

ella er hann í gívrum treystur?”

 

11 “Bæði er hann tann kappin reystur,

so er hann í gívrum treystur.”

 

12 Ganga teir eftir sandi,

sum knørrur fleyt fyri landi.

 

13 Loystu út av dýrari vág

tann besta knørr, á Noregi lá.

 

14 Sjógvarnir bróta sum boðafles,

stýra so beint á Lindinsnes.

 

15 Sjógvarnir bróta gulir og bláir,

sandurin uppi á tilju lá.

 

16 Sigmundur stendur við róðrið móður,

nú gerst Tróndur í orðum hógur.

 

17 Sjógvarnir bróta sum boðafles,

stýrir nú beint á Mjóvanes.

 

18 Náttina eina og dagarnar tvá

Sigmundur úti for Gøtu lá.

 

19 “Um enn tað kostar bæði lív og lund,

so náa vit ikki á Gøtu sund.

 

20 Um enn tað kostar bæði lív og and,

so náa vit ikki á Gøtu sand.

 

21 Vit náa ikki á Gøtu sand,

Tróndur ristir mót oss gand.”

 

22 Sigmundur vendi síni skútu av,

næst at skútan gekk í kav.

 

23 Nú skal taka upp annan tátt,

sigla so til Svínoyar brátt.

 

24 Í Svínoy býr ein menskur mann,

Bjarni bóndi eitur hann.

 

25 Sigmundur stendur við róðrið móður,

enn gerst Tróndur í orðum hógur.

 

26 “Eg havi ikki verið í Svínoy fyrr,

nú skal eg bróta bóndans dyr.”

 

27 Flóðið stígur í serki fram:

“Vinn ikki gomlum manni skamm!”

 

28 “Vil nú bóndin kristna seg,

so skal eg honum einki gera.”

 

29 Tað var Bjarna fyrsta orð:

biður nú bera drekka á borð.

 

30 Tað var Bjarna annað orð:

biður nú bera mat á borð.

 

31 Tað var Bjarna triðja orð:

biður nú breiða dúk á borð.

 

32 Tað var teirra gaman tá,

teir drukku og dansaðu dagar tvá.

 

33 Tað var teirra gaman mest,

teir drukku og dansaðu dagar seks,

 

34 “Bjarni, gakk á grønan vøll,

sig mær, hvar mín faðir fell!”

 

35 “Eg gangi ei á grønan vøll

at siga tær, hvar tín faðir fell.”

 

36 “Bjarni, vilt tú kristna teg,

so skal eg tær einkt gera.”

 

37 “Eg gav tær lív og tað var væl,

Tróndur læt slá tín faðir í hel.”

 

38 Tað gjørdi Sigmundur, meðan hann var har,

hann kristnaði bóndan og alt har var.

 

39 Nú skal taka upp triðja tátt,

sigla so til Dímunar brátt.

 

40 Í Dímun býr ein menskur mann,

Øksir bóndi eitur hann.

 

41 Sigmundur siglir oyggjar vestur,

á bunka stendur drongur treystur.

 

42 Sigmundur stendur við róðrið móður,

nú gerst Tróndur í orðum hógur.

 

43 Sjógvarnir bróta sum boðafles,

stýra nú beint á Breiðanes.

 

44 So siglir Sigmundur Dímunarfjørð,

skútan bognar sum ein gjørð.

 

45 Náttina eina og dagarnar tvá

Sigmundur úti for Skorini lá.

 

46 “Vit skulu rógva eystur í rætt,

har er fyri fjøruslætt.”

 

47 Tórir tekur í Sigmunds hand:

“Kæri fostbróðir, hjálp á land!”

 

48 “Tú fert ei á land um sinn,

tú skalt goyma skipum mín!”

 

49 Sigmundur floygdi sítt spjót í vøll,

oddurin niður í grótið gell.

 

50 Tríati favnar var bergið hátt,

Sigmundur lesti seg við ein tátt.

 

51 Á gøtuni lógu garpar tveir,

bráðan bana fingu teir.

 

52 Sigmundur við so lítlari neyð

reikar nú heim um Skorarheyg.

 

53 Hundarnir taka at goyggja hátt,

Øksir talar til Guðrun á gátt.

 

54 Inn kemur Gyða og rópar á gátt:

“Eg sær mann á henda hátt!”

 

55 “Sært tá mann á henda hátt,

hann var ikki her á jólanátt.

 

56 Sært tá mann á gøtu vestur,

tað man vera ókunnigur gestur.”

 

57 Øksir gekk at borgarlið,

breiðari øksi hann studdist við.

 

58 Hann kastar nú øllum váknum í senn,

loypur í borg við níggju menn.

 

59 “Øksir, gakk á grønan vøll,

sig mær, hvar mín faðir fell!”

 

60 “Eg gangi ei á grønan vøll

at siga tær, hvar tín faðir fell.

 

61 Eg gav tær lív, og tað var væl,

Tróndur læt sláa tín faðir í hel.”

 

62 Sigmundur vegur seg til og frá,

vestan av borgini vá hann seg á.

 

63 Vestan av borgini vá hann seg á,

mann vá hann frá Øksiri tá.

 

64 Øksir stóð og sá hará:

“Ei skulu fleiri fara svá!”

 

65 “Øksir, gakk á grønan vøll,

sig mær, hvar mín faðir fell!”

 

66 “Eg gangi ei á grønan vøll

at siga tær, hvar tín faðir fell.

 

67 Eg gav tær lív, og tað var væl,

Tróndur læt sláa tín faðir í hel.”

 

68 Sigmundur brá sín brand á fast:

“Hatta brigðar tú mær ofta.”

 

69 Øksir gekk at borgarlið,

breiðari øksi hann studdist við.

 

70 Níggju menn við marmor og torg,

tók tá fast at verja borg.

 

71 Sigmundur vegur seg til og frá,

vestan av borgini vá hann seg á.

 

72 Vestan av borgini vá hann seg á,

mann vá hann frá Øksiri tá.

 

73 Øksir stóð og sá hará:

“Ei skulu fleiri fara so!”

 

74 “Øksir, vilt tú kristna teg,

so skal eg tær einki gera.”

 

75 “Við kristnum taki eg alvæl treyður,

eg skoyti ei, síðan eg eri deyður.”

 

76 Øksir gekk at borgarlið,

breiðari øksi hann studdist við.

 

77 Níggju menn við marmor og torg

tóku fast at verja borg.

 

78 Sigmundur vegur seg til og frá,

vestan av borgini vá hann seg á.

 

79 “Nú skal taka list for seg,

Óla Tryggason lærdi meg."

 

80 Sigmundur vegur við opnum til,

hondina av, og fóturin við.

 

81 Hann vegur nú til við opnum skildri,

hondina av, og fóturin fylgdi.

 

82 Sigmundur vá tá allar í senn,

ikki vil Øksir kristna seg enn.

 

83 Øksir talar við mikil trong:

“Tit skulu føra meg vestur á Drang!

 

84 Suður og norður vil eg liggja,

aftur á Skorina vil eg síggja.”

 

85 Sigmundur svarar við mikil gleim:

“Høvdið vendir til óganga heim.”

 

86 Tað var Øksirs síðsta orð:

“Høvdið skal venda mót Grønuskor!”

 

87 Sigmundur fór tá til sítt vív,

hann mátti so ungur lata lív.

 

88 Suður í Suðuroy var hann gripin,

norður í Skúgvoy var hann grivin.

 

            Noregis menn,

            dansum væl og fridlig,

            stillið ydur allar

            riddarar, Noregis menn,

            dansið væl og fridlig!

 

CCF 22 Ca

TSB E 30

 

Handrit: Savnið hjá Hentze, 1819. Ny kgl. Saml. 1954, 4to, Nr. 9, s. 54.

 

Útgávur:

1. Eivind Weyhe: “Hentzasavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819, Fróðskapur 2011 s. ????

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 458.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 7. bind, s. 72.

 

Heimild: Úr Sandoy. Michel Thomassen, Garða-Mikkjal  (1776-1847), Sandi 1819