Skip to main content

Sigmundar kvæði

 

CCF 22 G

TSB E 30

 

1 Í Noregi býr ein kristin mann,

Ólavur Tryggvason eitur hann.

 

          Noregis menn, dansið væl og stillir!

          stillið ydur allar, riddarar!

Noregis menn, dansið væl og stillir!

 

2 Ólavur kongur kristnum býður,

Gud at mildari miskunn snýgur.

 

3 Ólavur kongur kristnum beyð,

Gud at mildari miskunn sneyg.

 

4 Kongur talar til sveinar tvá:

“Tit biðið Sigmund fyri meg inngá!”

 

5 Áðrenn teir høvdu fulltalað orð,

tá var Sigmund inn for borð.

 

6 Inn kemur Sigmundur, fall á knæ:

“Krist signi teg, kongur, hvat vilt tú mær?”

 

7 “Tú skalt fara til Føroya,

tær skal fylgja Tambar.

 

8 Tú skalt fara til Føroya vestur,

tær skal fylgja Tambar prestur.

 

9 “Í Føroyum býr ein menskur mann,

Tróndur í Gøtu eitur hann.

 

10 Tróndur í Gøtu eitur hann,

mín kæri Sigmund, før mær hann!”

 

11 Sigmundur tekur til orða so:

“Hann er ikki góður at fá.”

 

12 “Hvat er hann tann kappin reysti,

ella er hann í gívuri treystur?”

 

13 “Bæði er hann tann kappin reysti,

so er hann í gívuri treystur.”

 

14 Teir løgdu út á Noregis vág       

tað besta skip, á vágni lá.

 

15 Teir løgdu út av dýru lógv

tað besta skip, for Noregi fleyt.

 

16 Teir vundu síni seglini høgt í rá,

síðani sigldu teir londum frá.

 

17 Sjógvurin brýtur sum boðafles,

hildu so beint á Breiðanes.

 

18 Sjógvurin brýtur í húnbor hátt,

sigldu dag sum døkka nátt.

 

19 So siglir Sigmund breiðan fjørð,

til Gøtu var hans heimangerð.

 

20 Sigmundur mundi til stýri at stá,

heldur so inn mót Gøtuvág.

 

21 Náttina eina og dagar tvá

Sigmundur úti for Gøtu lá.

 

22 ”Um enn tað kostar lív og ond,

so nái eg ikki á Gøtu sand.

 

23 Tit náa ikki Gøtu sand,

Tróndur ristir mót oss gand.”

 

24 Sigmundur vendi síni skútu av,

næst at skútan gekk í kav.

 

25 Nú skal taka upp annan tátt,    

sigla so til Svínoyar brátt.

 

26 “Eg havi ikki verið í Svínoy fyrr,

nú skal bróta bóndans dyr.”

 

27 Sigmundur við sínar hendur tvá

breiðar hurðar klývur frá.

 

28 Flóðið stóð í serki fram:

“Vinn ikki gomlum manni skamm!”

 

29 “Bjarni, gakk á grønan vøll,

sig mær, hvar mín faðir fell!”

 

30 “Tróndur var bani at faðir tín, 

tað var ei við vilja mín.

 

31 Tí hevur tú so lítla ró,

Øssur situr á tín faðirs bó.”

 

32 Tað var Bjarna fyrsta orð,

biður breiða dúk á borð.

 

33 Har vóru dúkar breiddir inn,

silkiskrúður og skarlaksskinn.

 

34 Tað var Bjarna annað orð,

biður seta mat á borð.

 

35 Settu á borðið føtini sjey,

oksasíður og stumpabreyð.

 

36 Tað var Bjarna triðja orð,

biður bera drekka á borð.

 

37 Bóru inn á hvíta lín

øl í krukkum, mjøð og vín.

 

38 Tað høvdu teir til gaman tá,

dansaðu í dagar tvá.

 

39 Tað var teirra gaman mest,

drukku og dansaðu í dagar seks.

 

40 Tað gjørdi Sigmundur, meðan hann var har,

kristnaði bóndan og alt hans var.

 

41 Nú skal taka upp triðja tátt,

sigla so til Dímunar brátt.

 

42 Sigmundur við eitt smalar sund

møtti Tróndi og Tóra hund.

 

43 “Hoyr tú Tróndur, Føroya kongur,

vilt tú vera heiðin longur?”

 

44 “Eg víki ikki frá míni fornu trú,

eg eri meg for gamal nú.”

 

45 Sigmundur kastaði spjót frá sær,

Tróndar skúta......   

 

46 Tað var fyri lyfti og eiti sítt,

at hann gav Tróndi lívið frítt.

 

47 “Nú hevur tú mist tín sigur í hendi,

vænta nú hevnd og bráðan enda!”

 

48 So siglir Sigmundur oyggjar vestur,

á bunka stendur drongur reystur.

 

49 Sjógvurin brýtur gulur og bláur,

sandur inni á tilju lá.

 

50 Sjógvurin brýtur sum boðafles,

halda beint á Breiðanes.

 

51 So siglir Sigmundur Skúvoyarfjørð,

skútan bognaði sum ein gjørð.

 

52 Náttina eina og dagar tvá

Sigmund út for Skori lá

 

53 “Vit skulu sigla eystur í rætt,

har er fyri fjøruslætt.”

 

54 Tórir tekur í Sigmunds hond:

“Kæri fostbróðir, hjálp á land!”

 

55 “Tú náir ikki á land um sinn,

tú skalt goyma skipum mín.”

 

56 Sigmundur við sín búgvin brand,

búgvið stál hann rendi á land.

 

57 Sigmundur skeyt sítt spjót á vøll,

oddurin niðast í grundi gell.

 

58 Tríati favnar var bergið hátt,

Sigmundur lesti seg við ein tátt.

 

59 Á gøtum lógu garpar tveir,

bráðan bana fingu teir.

 

60 Sigmundur við so lítla neyð

reikar heim um Skorarheyg.

 

61 Inn kemur Gyða, rópar á gátt:

“Eg síggi mann á henda hátt.

 

62 Eg síggi mann á gøtu vestur,

tað man vera ókunnigur gestur.

 

63 Hann er vænur í vøkstri, vitur,

fagurt hár á økslum glitur.”

 

64 “Sært tú mann koma higar brátt,

hann var ikki her fyrr enn á jólanátt.”

 

65 Øssur tekur við vápnum í senn,

loypur í borg við níggju menn.

 

66 Níggju mans við marmor og torg

tóku fast at verja borg.

 

67 Sigmundur stendur við hallarvegg,

Øssur lítur á brandins egg.

 

68 Øssur gekk at borgarllð,

breiða øksi studdist við.

 

69 “Øssur, gakk á grønan vøll,

sig mær, hvar mín faðir fell!”

 

70 “Eg gav tær lív, og tað var væl,

Tróndur læt slá tín faðir í hel.”

 

71 Sigmundur brá sítt svørð í loftið:

“Hetta bregður tú mær ofta.

 

72 Øssur, vilt tú kristin vera,

so skal eg tær einki gera.”

 

73 “Við kristni taki eg alvæl treyðugt,

eg skoyti ei, tá eg eri deyður.”

 

74 Sigmundur vegur so til og frá,

vestur á borgum vá hann seg á.

 

75 Vestur á borgum vann hann seg á,

hann vá mann frá Øssuri tá.

 

76 Hann vá mann frá Øssuri tá,

Øssur stóð og sá tarpá.

 

77 Øssur stóð og sá tarpá:

“Ikki skulu fleiri falla so.”

 

78 “Øssur, vilt tú kristin vera,

so skal eg tær einki gera.”

 

79 “Kristin trúgv kemur ei til mín,

tí mín trúgv er betri enn tín.”

 

80 Sigmundur vegur so til og frá,

vestur á borgum vá hann seg á.

 

81 Vestur á borgum vá hann seg á,

tógva menn frá Øssuri tá.

 

82 Tógva menn frá Øssuri tá,

Øssur stóð og sá tarpá.

 

83 Øssur stóð og sá uppá:

“Ei skulu fleiri falla so.”

 

84 “Øssur, vilt tú kristin vera,

so skal eg tær einki gera.”

 

85 “Eg vil doyggja og liva mín stund

líka sum ein heiðin hund.”

 

86 Sigmundur vegur so til og frá,

vestur á borgum vá hann seg á.

 

87 Vestur á borgum vá hann seg á,

tríggjar menn frá Øssuri tá.

 

88 Tríggjar menn frá Øssuri tá,

Øssur stóð og sá tarpá.

 

89 Øssur gerst nú ikki glaður:

“Nú eri eg eftir fjórði maður.”

 

90 Vilt tú taka við kristni trúgv,

so skalt tú liva við frið og rógv.”

 

91 “Fyrr skal eg missa 'lei' og lív,

pengar, garð og væna vív.”

 

92 “Vilt tú ikki taka við kristnari trúgv,

tú situr ei 'frauur' í faðirs búgv.

 

93 Nú skal eg taka upp listir for seg,

sum Ólavur kongur lærdi meg.”

 

94 Sigmundur vá við opnum til,

hondin av, og fóturin við.

 

95 Sigmundur vá við opnum skildri,

hondin av, og fóturin fylgdi.

 

96 Øssur talar av miklari trang:

“Tit skulu føra meg eystur á Drang.

 

97 Suður og norður skal eg liggja,

aftur í Skorina vil eg síggja.”

 

98 Tað var Øssurs síðsta orð:

“Høvdið skal venda mót Grønuskor.”

 

99 Sigmundur situr í Skúgvoy tryggur,

 Tróndur um hans lívið liggur.

 

100 Sigmundur fullur av dygdum góð,

illgerðsmaður troyggjar hans blóð.

 

101 Sigmundur for Gud og góða gerð

mátti svimja Suðuroyarfjørð.

 

102 Suður í Suðuroy varð hann dripin,

norður í Skúvoy varð hann grivin.

 

          Noregis menn, dansið væl og stillir!

          stillið ydur allar, riddarar!

Noregis menn, dansið væl og stillir!

 

CCF 22 G

TSB E 30

 

Handrit: Koltursbók. Føroyamálsdeildin Nr. 19, s. 116.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 470.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 7. bind, s. 102.

 

Heimild: Úr Koltri. Thomas S.P. Rasmussen(1822-1908), Koltri, 1837.