Skip to main content

Tín vegleiðing til Lær um sorg

Hvat er endamálið við Lær um sorg? Hvussu brúkar tú síðuna? Og hvussu fært tú eina góða undirvísingargongd um sorg? Les meira niðanfyri. 

Endamálið við Lær um sorg er at stuðla føroyskum næmingum at vera góðir vinir hjá einum floksfelaga, sum syrgir. Hesar ókeypis undirvísingargongdirnar eru ætlaðar sum trivnaðartilfar til nýtslu í flokkum, har hóttandi sjúka ella deyði hevur ávirkað lívið hjá næmingum í flokkinum. 

Tú kanst eisini brúka tilfarið í føroyskum í grunddeild ella sum part av evnis- ella trivnaðarátaki. 

Undirvísingargongd

Undirvísingargongdin er sett saman av trimum dupulttímum við teknifilmum, skapandi venjingum og samrøðum í flokkinum. Eisini eru eyka virkni, har til ber at gera meira burtur úr evninum. Í ymsum virkni fáa næmingarnir venjing í at seta seg í støðuna hjá øðrum og hugsa um, hvussu teir kunnu vera góðir vinir hjá einum, sum hevur tað trupult.

Næmingarnir læra m.a. at: 

  • sorg er ein kensla, sum kemur, tá ið ein doyr, sum tú elskar
  • vit vísa sorgina á ymiskt - og tað er í lagi
  • vit kunnu ikki fáa sorgina hjá einum floksfelaga at hvørva, men vit kunnu gera okkara besta og vera góðir vinir hjá einum floksfelaga, sum syrgir. 

 

Tað er lætt at fara undir undirvísingargongdina. Tað hjálpir: 

  • at brúka læraravegleiðingina, har tú fært vegleiðing til hvørt einstakt virkni
  • at lesa niðanfyri, hevur tú ein næming, sum syrgir
  • at senda kunningina til heimini frammanundan.

Soleiðis brúkar tú tilfarið

Síðurnar við tímunum venda sær beinleiðis til næmingarnar og eru ætlaðar at vísa í flokkinum. Í læraravegleiðingini er fyrireiking, vegleiðing og hugskot til hvørt einstakt virkni.

Vit mæla til, at flokkurin fer ígjøgnum allar tímarnar í gongdini, og at tit fara ígjøgnum tímarnar í rættari røð. 

Hvør dupulttími byrjar við at taka saman um tímarnar frammanundan. Tí er óneyðugt at skunda tilfarið ígjøgnum.

Harumframt eru eyka virkni til hvønn av teimum trimum dupulttímunum.

Tað er ein fyrimunur, at tvey vaksin eru inni, tá ið flokkurin hevur Lær um sorg, tí so kann ein vaksin fara við út úr flokkinum, um ein næmingur hevur tørv á at fara burturfrá eina løtu. 

Týdningarmikið, hevur tú ein næming, sum syrgir

Er tað soleiðis, ein av tínum næmingum hevur mist ein kæran, er alneyðugt, at tú setir teg í samband við heimið, áðrenn tú fert undir gongdina. Bæði tá ið talan er um miss fyri kortum ella miss fyri fleiri árum síðan. 

Summi børn, sum syrgja, kunnu verða yvirtikin av sorg og kenna seg sýnd fram, eru tey ikki fyrireikað. Tað er altíð neyðugt við ítøkiligari meting, nær og hvussu tú skalt arbeiða við gongdini. Vegleiðing er at fáa frá Beranum, berin.fo ella Krabbameinsfelagnum, krabbamein.fo.