Skip to main content

Lær um sorg: 3. - 4. flokkur

Til læraran

Í læraravegleiðingini sært tú, hvussu tú fyrireikar teg til undirvísingina og hvørjar avritssíður tú skalt brúka. Umframt tað eru vegleiðingar til allar uppgávurnar og uppskot um samrøður og spurningar.

Tú finnur læraravegleiðingina her.

Tú kanst avrita og brúka uppskotið til vikubræv og vikuætlanir at kunna avvarðandi um arbeiðið við Lær um sorg. Vit viðmæla, at tú sendir teimum avvarðandi kunningina nakrar vikur, áðrenn tit fara í holt við arbeiðið við Lær um sorg.

Tú kanst broyta tekstin, so hann hóskar til tín flokk.

Tú finnur uppskotini her.

1.-2. tími 

Hvat er sorg?

Nú fara tit í flokkinum at læra um, hvat sorg er. Tað er týdningarmikið at vita, soleiðis at tit kunnu vera góðir vinir hjá einum floksfelaga, sum syrgir. 

Fyrst skulu tit falda bøkurnar, sum tit skulu brúka, hvørja ferð tit hava Lær um sorg. Faldibókin er eitt ark, sum tit falda til eina lítla bók. 

Hyggið, hvussu tit falda bókina her

Skrivið navn og flokk á síðu 1 í faldibókini. 

 

Tíð: 10 minuttir 

Hava tit nakrantíð hoyrt um sorg? Tosið við makkaran. Hvat seta tit í samband við orðið sorg? Skrivið á síðu 1, hvat tit tosaðu um. 

 

Floksprát um tað, tit eru komin fram til. 

 

Tíð: 15 minuttir

Nú fara vit at hyggja at einum filmi í flokkinum. Tit hitta Alfred, sum hevur mist pápan.

Tit fara at síggja, hvussu tað er hjá honum at koma aftur í skúla, eftir at pápin er deyður.

Tit fara eisini at síggja, hvussu Alfred fer inn og út úr tungu kenslunum, og at hann av og á følir seg einsamallan. 

 

Tosið saman aftaná. Hvat hendi í filminum? 

 

Tíð: 20 minuttir

  1. Farið á síðu 2 í faldibókini og skrivið eitt úr filminum um Alfred, sum er sera neyðugt at minnast til.
  2. Farið á síðu 2 og teknið eina tekning av tí, sum tit hava valt.
  3. Reisið tykkum upp at ganga. Havið faldibókina við. Tá ið tit hitta ein floksfelaga, heilsast tit og siga hey. Skiftist um at vísa tykkara tekningar, og forteljið, hvat tit hava valt at tekna. Sigið takk og finnið ein nýggjan floksfelaga at vísa tekningina. 

 
Tíð: 30 minuttir

 

Hvussu hevur tað verið at læra um sorg saman við flokkinum? 

Lærarin fer nú at seta tykkum nakrar spurningar. 

Reisið tykkum upp, eru tit samd. Setið tykkum niður, eru tit ósamd. 

Tað er ikki eitt krav, at tit eru samd. Tit skulu gera, sum tit sjálv halda. 

 

Tíð: 10 minuttir 

Óført! 

Tit komin á mál í fyrsta parti í gongdini. Nú eru tit til reiðar at læra meira um sorg í 3.- 4. tíma.

3.- 4. tími

Hvussu kann sorg síggja út?

Sorg kann vísa seg á nógvan ymsan hátt. Og tá ið ein doyr, sum vit elska, hava vit eisini brúk fyri at hava ein steðg frá tungu kenslunum. Tað fara tit at læra meira um nú. 

Minnast tit filmin um Alfred, sum vit hugdu at seinast, tit høvdu Lær um sorg

Kanska er ringt at minnast júst, hvat hendi í filminum. Lesið tað, sum tit skrivaðu í faldibøkurnar seinast, og tosið saman í flokkinum um tað, tit minnast. 

Hyggið at filminum eina ferð afturat. Gevið tykkum far um, hvussu Alfred skiftir ímillum tungu kenslurnar og at halda steðg frá sorgini. 

 

Tíð: 15 minuttir 

Hvat skal Alfred gera? Nú er løtan komin at hjálpa Alfredi. Saman skulu tit hoyra Alfred fortelja um nakrar støður, har hann ivast í, hvat hann skal gera. Tit skulu koma við góðum ráðum til hvørja einstaka støðu. 

Tað er ikki eitt krav, at tit eru samd um ráðini. Tað, sum hevur mest at siga, er, at tit tosa um fyrimunir og vansar við ymisku uppskotunum. 

  1. Lurtið eftir einari tvístøðu í senn.
  2. Kjakist um spurningarnar, sum standa undir tvístøðunum
  3. Skrivið ráðini til tvístøðurnar á síðu 3 í faldibókini 

 

Tíð: 55 minuttir 

 

  • Hvussu kann Alfred greiða læraranum frá, at hann var glaður í áðni, men nú klárar hann ikki at rokna eitt stykki á talvuna?
  • Hvussu kundi hann sagt tað?
  • Hvat hevði hent, um hann tagdi?
  • Hvussu hevði tað verið hjá Alfredi, um hann fortaldi tað fyri floksfeløgunum?
  • Hvussu hevði tað verið, um hann hevði sagt tað við flokslæraran?
  • Hvat um Alfred einki gjørdi og hevði tað inni við seg sjálvan?
  • Hvat kann Alfred gera?
  • Hvussu hevði tað verið hjá Alfred, um hann fortaldi tað fyri floksfeløgunum?
  • Hvat um Alfred einki gjørdi og hevði tað inni við seg sjálvan?

Óført! 

Nú eru tit til reiðar at læra, hvussu tit kunnu stuðla einum floksfelaga, sum syrgir, í 5.-6. tíma 

5.-6. tími

Hvussu eru vit góðir vinir hjá einum floksfelaga, sum syrgir? 

Nú læra tit, hvussu tit stuðla einum floksfelaga, sum syrgir. Tit fáa hugskot, hvat tit kunnu gera – og eisini skulu tit vera við til at finna góð ráð til flokkin. 

Nú fara tit at hyggja at einum filmi um Alfred og floksfelagarnar Karl og Milju. Tit fáa trý góð ráð: 1. Skil, 2. Ver, sum tú plagar. 3. Rúma. 

Í filminum fáa tit at vita, hvat tað merkir. Kanska eru tit longu soleiðis við ein vin, sum hevur tað trupult? 

Tosið saman aftaná. Hvat hendi í filminum? 

Skrivið á síðu 4 í faldibókini, hvat tit taka við tykkum úr filminum um Alfred, Karl og Milju. 

 

Tíð: 15 minuttir 

Nú er løtan komin, har tykkara nýggja vitan skal fram í ljósið. Í bólkum fara tit at gera plakatir, sum eru bæði vakrar og læruríkar. Tit skulu finna trý góð ráð til flokkin, sum tit kunnu brúka, um ein floksfelagi syrgir. 

 

Finnið fram til hvørt ráð við at spyrja hvør annan? 

  • Hvat hava vit lært av filmunum um Alfred?
  • Hvat hava vit skrivað í faldibøkurnar? 

 

Tilfar til bólkarnar: 

Tíð: 40 minuttir

  1. Hvussu kunnu vit skilja? Hvat kunnu vit gera og siga?
  2. Hvussu kunnu vit vera, sum vit plaga? Hvat kunnu vit gera og siga?
  3. Hvussu kunnu vit rúma? Hvat kunnu vit siga og gera?

Skrivið tey trý góðu ráðini á síðu 4 í faldibókini. 

Gerið tykkara plakat.

  • Myndprýðið, soleiðis at tað hóskar til tykkara trý góðu ráð.
  • Klippið út og límið á plakatina.
  • Skrivið tykkara trý góðu ráð á plakatina, soleiðis at hon er vøkur  við góðari kunning.
  • Gevið plakatini yvirskrift og heingið hana upp í flokshølinum. 

Farið til plakatina høgru megin tykkara og tosið um okkurt, sum: 

  1. Ger tykkum ovfarin
  2. Sum er merkisverkt
  3. Sum tit undrast á 

Nú skal flokkurin semjast um at finna fram til tey fimm ráðini, sum tit halda, skulu vera tykkara felags ráð at stuðla einum floksfelaga, sum syrgir. Tit gera soleiðis:

  • Gangið  runt einsamøll
  • Lesið ráðini hjá hinum bólkunum
  • Tá ið tit hava lisið øll, seta tit ein gulan lepa á tey fimm ráðini, sum tit halda, eru best til flokkin
  • At enda telja tit saman, hvørji ráð hava fingið flestar gular seðlar
  • Hesi fimm ráðini skriva tit á felags plakatina hjá flokkinum
  • Tosið um, hví júst hesi ráðini eru á felags plakatini
  • Skrivið eisini tey fimm ráðini á baksíðuna á faldibókina. 

 

Tíð: 15 minuttir 

Soleiðis! 

 Nú er gongdin komin at enda – men tit kunnu læra meira um sorg og um at stuðla einum floksfelaga, sum hevur mist annað foreldrið. Halt fram við at trýsta á Eyka virkni

EYKA VIRKNI

Gerið tveir ymiskar filmar

Filmur er kenslur. Tá ið tit gera filmin saman, skulu tit práta um reaktiónir, tankar og kenslur, sum sorg hevur við sær. Tykkara bólkur kann royna seg við tveimum sløgum av filmi: einum animeraðum filmi og einum stuttfilmi. Leita tín innara leikstjóra, sjónleikara ella klippara fram – og ACTION! 

  1. Semjist um, hvat filmurin skal vera um.
  2. Gerið eitt handrit. Tosið um tankar, kenslur og reaktiónir, sum persónarnir hava í ymisku pallmyndunum.
  3. Veljið leiklutir: sjónleikara, leikstjóra, upptøkufólk og klippara.
  4. UPPTØKA
  5. Klippið upptøkurnar saman til ein góðan film.
  6. Floksprát um reaktiónir, tankar og kenslur, sum persónarnir í tykkara filmi fara ígjøgnum.

 

Hugskot, hvat filmurin kann vera um 

Hugskot #1: 

  • Ein floksfelagi, sum syrgir, skal aftur í skúla. Hvørjar kenslur hevur hon? Hvat ger hon? Hvat gera vinirnir? 

Hugskot #2 

  • Hitta ein vin fyrstu ferð, eftir at mamman/pápin doyði. Hvat hendir? Hvør sigur hvat? Og hvussu kemur tað til sjóndar?