Skip to main content

Lær um sorg: 1-2. flokkur

Til læraran

Í læraravegleiðingini sært tú, hvussu tú fyrireikar teg til undirvísingina og hvørjar avritssíður tú skalt brúka. Umframt tað eru vegleiðingar til allar uppgávurnar og uppskot um samrøður og spurningar.

Tú finnur læraravegleiðingina her.

Tú kanst avrita og brúka uppskotið til vikubræv og vikuætlanir at kunna avvarðandi um arbeiðið við Lær um sorg. Vit viðmæla, at tú sendir teimum avvarðandi kunningina nakrar vikur, áðrenn tit fara í holt við arbeiðið við Lær um sorg.

Tú kanst broyta tekstin, so hann hóskar til tín flokk.

Tú finnur uppskotini her.

1.-2. tími 

Hvat er sorg?

Her er Mia saman við familjuni.  

Saman við Miu fara tit at læra um sorg.  

Sorg er ein kensla. Mia kennir ta kensluna, tí mamma hennara er deyð.  

Tað er gott at vita, hvat sorg er. So kunnu tit vera góðir vinir hjá einum floksfelaga, sum syrgir.  

 

Saman við Miu fara tit at læra um: 

  • at sorg er ein kensla, sum kemur, tá ið ein doyr, sum vit elska 
  • at vit sakna tann deyða í nógvum ymiskum løtum 
  • at tað kann vera gott at hugsa um góð minnir um tann deyða.

Vit kunnu hava nógvar ymiskar kenslur. Hvørjar kenslur kenna tit? 

Áðrenn tit læra meira um sorg, fara tit at spæla eitt spæl við nøkrum øðrum kenslum, sum vit hava í okkum. 

Tit fáa eina mynd í part av Miu, har hon vísir eina kenslu. Hyggið at myndini. Hvørja kenslu vísir Mia á myndini? 

  1.  Gangið runt í flokkinum.  
  2. Finnið ein makkara.
  3. Heilsist.
  4. Skiftist um at vísa tykkara kenslu við andlitinum og kroppinum.
  5. Gitið kenslurnar hjá hvørjum øðrum.
  6. Sigið takk.  
  7. Býtið um myndir.  
  8. Finnið ein nýggjan makkara.

 

Floksprát. Hvussu gjørdu tit, soleiðis at hini sóu, at tit eru glað? Óð? Kedd? Ørkymlað? Bangin? Tvætlut?  

Hvussu man sorg síggja út? 

 

Tíð: 25  minuttir

Nú fara tit at hyggja at einum filmi um sorg.  

 Filmurin er um Miu. Mamma Miu er deyð.  

Tá ið Mia saknar mammuna, er gott hjá henni at hava góð minni at hugsa um. 

 

Floksprát. Hvat sóu tit? Hvat hoyrdu tit?  

  

Tíð: 20 minuttir  

Byrjið við at falda faldibókina. Her síggja tit, hvussu tit falda og klippa bókina.  

 Skrivið navn, aldur og flokk á 1. síðu.  

 Floksprát um filmin. Nær saknaði Mia mammuna? Hvørji minni hevði Mia um mammuna? 

Nær halda tit, Mia eisini saknar mammuna? Og hvørji góð minni kundi Mia eisini havt um mammuna? 

Tit kunnu tekna eina støðu, har Mia saknar mammuna ella tekna eitt gott minni, sum Mia hevur um mammuna. Teknið á síðu 2 í faldibókini. 

 

Floksprát um tekningarnar.  

 

Tíð: 30 minuttir  

Hvussu var at hitta Miu?  

Lærarin fer nú at seta tykkum nakrar spurningar. Setið tykkum á borðið, eru tit samd. Setið tykkum undir borðið, eru tit ósamd.  

 Tað er ikki neyðugt, at tit eru samd. Tit skulu velja, sum tit sjálv halda.  

  

Tíð: 15 minuttir

Tosið saman um, hvør er í tykkara familju.   Latið síðu 1 í faldibókini upp.   Teknið tekningina av familjuni her. 

Vita tit, hvat ein detektivur er? Tað er ein, sum dugir væl at leita. Nú skulu tit royna tykkum sum detektivar, sum leita eftir kenslum. Tit skulu vera kenslu-detektivar.
 
Tit verða býtt í tveir bólkar. Annar bólkurin vísir ymiskar kenslur við andlitinum og kroppinum. Hin bólkurin er kenslu-detektivar.
 
    1    Nú fáa tit øll eitt kort við einari kenslu.
    2    Hyggið at kortinum. Ikki siga, hvørja kenslu tit hava fingið.
    3    Lærarin sigur: “Vísið kenslur”.
    4    Kenslu-bólkurin vísir sínar kenslur.
    5    Lærarin sigur: “Finnið kenslur”.
    6    Nú skulu detektivarnir finna sína kenslu.
    7    Standið saman – kensla saman við detektivi.

Roynið aftur, har tit skifta um, soleiðis at øll royna seg sum kenslu-detektivar og at hava eina kenslu.
 
Floksprát. Hvussu kunnu tit detektivar síggja á makkaranum, hvørja kenslu hann ella hon hevur? Eru nakrar kenslur, sum eru lættari at síggja enn aðrar? Vísa øll somu kenslu eins? Ber til at hava somu kenslu, men ikki hugsa um tað sama?

 

Takk fyri hesa ferð. Mia gleðir seg at síggja tykkum aftur.  

3.-4. tími

Hvussu sær sorg út?

Minnast tit Miu? Her er hon saman við tveimum góðum vinum, sum eita Nora og Adam. 

Viðhvørt skilja Nora og Adam ikki heilt, hvussu Mia kann vera bæði kedd og glað, tá ið mamma hennara er deyð.  

Tí eru vit ikki kedd alla tíðina, tá ið vit syrgja? Nei, sigur lærarin, sum eitur Hanna. Nógvar kenslur eru í sorg. 

 

Saman við Miu, Noru og Adami fara tit at læra um: 

  • at vit kunnu føla okkum øðrvísi og einsamøll, tá ið vit syrgja 
  • at vit kunnu gott spæla og vera glað, hóast ein, sum vit elska, er deyður 
  • at vit vísa sorg á ymsan hátt, og tað er í fínasta lagi.  

Hvat minnast tit frá seinastu ferð, tá ið tit hittu Miu? Kanska kunnu myndirnar hjálpa tykkum at minnast?

 

Tosa fyrst við makkaran. Aftaná tosa tit saman í flokkinum. 

 

Tíð: 15 minuttir  

Nú fara tit aftur at hyggja at einum filmi um Miu. 

Í filminum fara tit at síggja, at Mia er bæði glað, kedd og óð.  

Tí tað er soleiðis, at vit kunnu hava nógvar ymiskar kenslur, tá ið vit syrgja. 

 Tosið saman í flokkinum um filmin. Hvat sóu tit? Hvat hoyrdu tit?  

  

Tíð: 20 minuttir 

Nú skulu tit royna at skifta ímillum kenslur, eins og Mia ger í filminum.  

Duga tit stoppdans? Hetta er ein heilt serligur stoppdasnur. 

Lærarin sigur eina kenslu og tendrar tónleikin. 

Dansið, ímeðan tit vísa kensluna. Frystið, tá ið tónleikurin steðgar.  

Hyggið at hinum. Hvussu vísa tey kensluna?  

Dansið eisini eina ferð, har tit sjálv velja eina kenslu. Vitið, um tit duga at gita kenslurnar hjá hvørjum øðrum. 

Tosið saman í flokkinum. Var lætt ella torført at gita kenslurnar hjá hinum. Vístu tit kenslurnar á sama hátt? 

 

Tíð: 20 minuttir 

Tosið saman í flokkinum. Hvat ger Miu glaða? Hvat ger, at Mia verður óð? Hvat ger Miu kedda?  

 Takið faldibøkurnar fram.  

 

 Teknið tað á síðu 3, sum tit halda, ger Miu glaða.  

 Latið síðu 3 upp. Teknið tað á ovastu síðu, sum tit halda, ger Miu óða.  

 Teknið tað á niðastu síðu, sum tit halda, ger Miu kedda.  

  

  Tíð: 25 minuttir  

Hvussu var at læra meira um Miu og vinir hennara?  

 Lærarin fer nú at seta tykkum nakrar spurningar. Eru tit samd, seta tit tykkum á borðið. Setið tykkum undir borðið, eru tit ósamd.  

 Tað er ikki neyðugt, at tit eru samd. Tit skulu velja, sum tit sjálv halda.  

  

 Tíð: 10 minuttir  

Hvat ætla tit at fortelja Miu?  

Takið faldibøkurnar fram.  

Teknið eina heilsan til Miu á baksíðuna á faldibókini.  

Hava tit verið í einum kirkjugarði?  

Farið ein túr í kirkjugarðin. Tosið saman, áðrenn tit fara. Hvat er ein kirkjugarður? Hvat er ein grøv?  

Tit fara at síggja nógvar ymiskar gravir í kirkjugarðinum. Hava allar gravirnar ein stein?  

Hvussu síggja teir út? Ber til at síggja, um onkur saknar tey deyðu ella hevur góð minni um tey?  

  

Tosið saman, tá ið tit hava verið í kirkjugarðinum. Hvat sóu tit?  

  

Hvussu man grøvin hjá mammu Miu síggja út?

Takk fyri hesa ferð. Mia gleðir seg at síggja tykkum aftur. 

5.-6. tími

Hvussu eru vit góðir vinir hjá einum floksfelaga, sum syrgir?  

Nora og Adam vilja so fegin vera góðir vinir hjá Miu.

Tey spyrja Miu, um hon tímir at spæla, og um hon vil hava eitt klemm. Tey troysta Miu. 

Tit kunnu hjálpa Noru og Adami við hugskotum um, hvussu tey kunnu vera góðir vinir hjá Miu. 

 

Í dag fara tit saman við Miu, Noru og Adami at læra um:  

  • at vit kunnu ikki fáa sorgina hjá einum floksfelaga at hvørva 
  • at vit kunnu gera okkara besta og vera góðir vinir á nógvan ymsan hátt, t.d. við at troysta, spyrja, um tey tíma at spæla ella fara eftir einum vaksnum  
  • at tit eisini kunnu koma við øðrum hugskotum um, hvussu vit eru góðir floksfelagar hjá einum, sum syrgir.  

Minnast tit frá seinastu ferð, har tit lærdu um sorg saman við Miu, Noru og Adami?  

 Kanska hjálpa myndirnar tykkum at minnast. Tosið saman í pørum. Síðan tosa tit í flokkinum um tað, sum tit minnast.  

  

Tíð: 15 minuttir  

Nú skulu tit hyggja at einum filmi um Noru, Adam og Miu og læraran Honnu. 

Í filminum, síggja tit, at Nora og Adam vilja hava sorgina hjá Miu at hvørva. 

Lærarin, Hanna, sigur, at tað ber ikki til. Men tey kunnu gera sítt besta og vera góðir vinir hjá Miu.  

Tosið saman í flokkinum um filmin. Hvat sóu tit? Hvat hoyrdu tit?  

 

Tíð: 20 minuttir  

Kunnu tit hjálpa Noru og Adami? Hugsið um, hvussu tey kunnu vera góðir vinir hjá Miu? 

  1. Farið saman tvey og tvey.
  2. Finn saman við makkaranum eitt hugskot, hvussu Nora og Adam kunnu vera góðir vinir hjá Miu.
  3. Gakk runt í flokkinum saman við makkaranum.
  4. Lærarin sigur: ”Farið saman”.
  5. Farið saman við parinum, sum er næst tykkum.
  6. Skiftist um at siga tykkara hugskot.
  7. Lurtið væl eftir hugskotunum hjá hvørjum øðrum og minnist tey.
  8. Sigið takk og setið tykkum á pláss. 

Nú skulu tit saman við makkaranum fortelja flokkinum, hvørji hugskot tit fingu frá hinum parinum. Lærarin skrivar øll hugskotini á talvuna. 

 

Tíð: 20 minuttir

Brúkið hugskotini. Gerið saman ein lista við fimm góðum ráðum til Noru og Adam. Lærarin skrivar tey á talvuna.  

 Finnið faldibókina fram. Nú  eru tit komin til síðu 4.  

Latið síðu 4 upp. Límið listan í bókina.  

 Skrivið góðu ráðini hjá flokkinum á tykkara egna lista í faldibókini.  

  

Tíð: 25 minuttir  

Hvussu var at læra meira um Miu og vinirnar í dag?  

 Lærarin fer nú at seta tykkum nakrar spurningar.  

Setið tykkum á borðið, eru tit samd. Setið tykkum undir borðið, eru tit ósamd.  

Tað er ikki neyðugt, at tit eru samd. Tit skulu velja, sum tit sjálv halda.  

  

 Tíð: 10 minuttir  

Minnið tykkum á tykkara hugskot, hvussu Nora og Adam kunnu vera góðir vinir hjá Miu. Tosið saman í flokkinum um hugskotini.  

 Sit saman við einum makkara. Klippið verurnar út. Setið tær fastar á ein blýant við klistri.  

 Spælið við verurnar. Hvat kann henda í skúlagarðinum, tá ið Mia, Nora og Adam hava fríkorter? Hvat gera tey trý? Hvat tosa tey um? Hvat ger Hanna?  

 Tosið saman í flokkinum um tað, tit hava spælt.  

Takk fyri, at tit hjálpa Noru og Adami at vera góðir vinir hjá Miu.