Lær um sorg: forskúli
Til læraran
Í læraravegleiðingini sært tú, hvussu tú fyrireikar teg til undirvísingina og hvørjar avritssíður tú skalt brúka. Umframt tað eru vegleiðingar til allar uppgávurnar og uppskot um samrøður og spurningar.
Tú kanst avrita og brúka uppskotið til vikubræv og vikuætlanir at kunna avvarðandi um arbeiðið við Lær um sorg. Vit viðmæla, at tú sendir teimum avvarðandi kunningina nakrar vikur, áðrenn tit fara í holt við arbeiðið við Lær um sorg.
Tú kanst broyta tekstin, so hann hóskar til tín flokk.
1.-2.tími
Hvat er sorg?

Hvat er sorg?
Her er Mia saman við familjuni.
Saman við Miu fara tit at læra um sorg.
Sorg er ein kensla. Mia kennir ta kensluna, tí mamma hennara er deyð.
Tað er gott at vita, hvat sorg er. So kunnu tit vera góðir vinir hjá einum floksfelaga, sum syrgir.
Saman við Miu fara tit at læra um:
- at sorg er ein kensla, sum kemur, tá ið ein doyr, sum vit elska
- at vit sakna tann deyða í nógvum ymiskum løtum
- at tað kann vera gott at hugsa um góð minnir um tann deyða.
Nógvar kenslur eru til. Áðrenn tit læra meira um sorg, skulu tit spæla eitt spæl við ymiskum kenslum. Hyggið at myndunum av Miu. Hvørjar kenslur vísir hon? Nú fáa tit hvør sína mynd av Miu. Hvørja kenslu vísir Mia?
- Gangið runt í flokkinum.
- Finnið ein makkara.
- Heilsist.
- Skiftist um at vísa tykkara kenslu við andlitinum og kroppinum.
- Gitið kenslurnar hjá hvørjum øðrum.
- Sigið takk.
- Býtið um myndir.
- Finnið ein nýggjan makkara.
Floksprát. Hvussu gjørdu tit, soleiðis at hini sóu, at tit eru glað? Óð? Kedd? Hvussu man sorg síggja út?
Tíð: 25 minuttir
Nú fara tit at hyggja at einum filmi um sorg.
Filmurin er um Miu. Mamma Miu er deyð.
Í filminum síggja tit, at Mia saknar mammuna. Hon hevur eisini góð minni um mammuna.
Floksprát. Hvat sóu tit? Hvat hoyrdu tit?
Tíð: 20 minuttir
Byrjið við at falda faldibókina. Her síggja tit, hvussu tit falda og klippa bókina.
Skrivið navn, aldur og flokk á 1.síðu.
Latið síðan síðu 2 upp. Teknið eitt gott minni, sum Mia hevur um mammuna. Tit kunnu tekna eitt minni úr filminum. Tit kunnu eisini finna upp á eitt minni.
Floksprát um tekningarnar.
Tíð: 30 minuttir

Hvussu var at hitta Miu?
Lærarin fer nú at seta tykkum nakrar spurningar. Setið tykkum á borðið, eru tit samd. Setið tykkum undir borðið, eru tit ósamd.
Tað er ikki neyðugt, at tit eru samd. Tit skulu velja, sum tit sjálv halda.
Tíð: 15 minuttir

Tosið saman um, hvør er í tykkara familju.
Latið síðu 1 í faldibókini upp.
Teknið tekningina av familjuni her.
Takk fyri hesa ferð. Mia gleðir seg at síggja tykkum aftur.
3.-4. tími
Hvussu sær sorg út?

Minnast tit Miu?
Her er hon saman við tveimum góðum vinum.
Tey eita Nora og Adam.
Mia syrgir, tí at mamma hennara er deyð.
Vit kunnu hava nógvar kenslur, tá ið vit syrgja.
Nora og Adam halda tað vera trupult.
Saman við Miu, Noru og Adami fara tit at læra um:
- at vit kunnu føla okkum øðrvísi og einsamøll, tá ið vit syrgja
- at vit kunnu gott spæla og vera glað, hóast ein, sum vit elska, er deyður
- at vit vísa sorg á ymsan hátt, og tað er í fínasta lagi

Hvat minnast tit frá seinastu ferð, tá ið tit hittu Miu?
Kanska hjálpa myndirnar tykkum at minnast?
Tosið saman í pørum. Tosið síðan í flokkinum um tað, sum tit minnast.
Tíð: 15 minuttir
Nú fara tit at hyggja at einum filmi.
Í filminum fara tit at síggja, at Mia er bæði glað, kedd og óð.
Tosið saman í flokkinum um filmin. Hvat sóu tit? Hvat hoyrdu tit?
Tíð: 20 minuttir
Nú skulu tit royna at skifta ímillum kenslur, eins og Mia ger í filminum.
Duga tit stoppdans? Hetta er ein heilt serligur stoppdansur.
Lærarin sigur eina kenslu og tendrar tónleikin.
Dansið, ímeðan tit vísa kensluna. Standið still, tá ið tónleikurin steðgar.
Hyggið at hinum. Hvussu vísa tey kensluna?
Roynið eina nýggja kenslu.
Tosið saman í flokkinum, tá ið tit hava dansað. Vístu tit kenslurnar á sama hátt?
Tíð: 20 minuttir

Tosið saman í flokkinum. Hvat ger Miu glaða? Hvat ger, at Mia verður óð? Hvat ger Miu kedda?
Takið faldibøkurnar fram.
Teknið tað á síðu 3, sum tit halda, ger Miu glaða.
Latið síðu 3 upp. Teknið tað á ovastu síðu, sum tit halda, ger Miu óða.
Teknið tað á niðastu síðu, sum tit halda, ger Miu kedda.
Tíð: 25 minuttir

Hvussu var at læra meira um Miu og vinir hennara?
Lærarin fer nú at seta tykkum nakrar spurningar. Eru tit samd, seta tit tykkum á borðið. Setið tykkum undir borðið, eru tit ósamd.
Tað er ikki neyðugt, at tit eru samd. Tit skulu velja, sum tit sjálv halda.
Tíð: 10 minuttir

Hvat ætla tit at fortelja Miu?
Takið faldibøkurnar fram.
Teknið eina heilsan til Miu á baksíðuna á faldibókini.

Hava tit verið í einum kirkjugarði?
Farið ein túr í kirkjugarðin. Tosið saman, áðrenn tit fara. Hvat er ein kirkjugarður? Hvat er ein grøv?
Tit fara at síggja nógvar ymiskar gravir í kirkjugarðinum. Hava allar gravirnar ein stein?
Hvussu síggja teir út? Ber til at síggja, um onkur saknar tey deyðu ella hevur góð minni um tey?
Tosið saman, tá ið tit hava verið í kirkjugarðinum. Hvat sóu tit?
Hvussu man grøvin hjá mammu Miu síggja út?
Takk fyri hesa ferð. Mia gleðir seg at síggja tykkum aftur.

5.-6. tími
Hvussu eru vit góðir vinir hjá einum floksfelaga, sum syrgir?
Nora og Adam eru góð við Miu og vilja gjarna vera góðir vinir hjá henni.
Tey spyrja, um Mia vil spæla. Um hon vil hava klemm. Tey troysta Miu.
Tit kunnu hjálpa Noru og Adami at fáa onnur góð hugskot.
Í dag fara tit saman við Miu, Noru og Adami at læra um:
- at vit kunnu ikki fáa sorgina hjá einum floksfelaga at hvørva
- at vit kunnu gera okkara besta og vera góðir vinir á nógvan ymsan hátt, t.d. við at troysta, spyrja, um tey tíma at spæla ella fara eftir einum vaksnum
- at tit eisini kunnu koma við øðrum hugskotum um, hvussu vit eru góðir floksfelagar hjá einum, sum syrgir.

Minnast tit frá seinastu ferð, har tit lærdu um sorg saman við Miu, Noru og Adami?
Kanska hjálpa myndirnar tykkum at minnast. Tosið saman í pørum. Síðan tosa tit í flokkinum um tað, sum tit minnast.
Tíð: 15 minuttir
Nú fara tit at hyggja at einum filmi.
Nora og Adam vilja fegin fáa sorgina hjá Miu at hvørva.
Lærarin, Hanna, sigur, at tað ber ikki til.
Men tey kunnu gera sítt besta og vera góðir vinir hjá Miu.
Tosið saman í flokkinum um filmin. Hvat sóu tit? Hvat hoyrdu tit?
Tíð: 20 minuttir

Kunnu tit hjálpa Noru og Adami? Hugsið um, hvussu tey kunnu vera góðir vinir hjá Miu?
Hugsið um, hvat Nora og Adam kunnu gera fyri Miu.
- Gangið runt í flokkinum.
- Finnið ein makkara.
- Heilsist.
- Skiftist um at siga tykkara hugskot.
- Sigið takk.
- Finnið ein nýggjan makkara
Tosið saman í flokkinum um hugskotini.
Tíð: 20 minuttir

Brúkið hugskotini. Gerið saman ein lista við fimm góðum ráðum til Noru og Adam. Lærarin skrivar tey á talvuna.
Finnið faldibókina fram. Nú eru tit komin til síðu 4.
Latið síðu 4 upp. Límið listan í bókina.
Skrivið góðu ráðini hjá flokkinum á tykkara egna lista í faldibókini.
Tíð: 25 minuttir

Hvussu var at læra meira um Miu og vinirnar í dag?
Lærarin fer nú at seta tykkum nakrar spurningar. Setið tykkum á borðið, eru tit samd. Setið tykkum undir borðið, eru tit ósamd.
Tað er ikki neyðugt, at tit eru samd. Tit skulu velja, sum tit sjálv halda.
Tíð: 10 minuttir

Minnið tykkum á tykkara hugskot, hvussu Nora og Adam kunnu vera góðir vinir hjá Miu. Tosið saman í flokkinum um hugskotini.
Sit saman við einum makkara. Klippið verurnar út. Setið tær fastar á ein blýant við klistri.
Spælið við verurnar. Hvat kann henda í skúlagarðinum, tá ið Mia, Nora og Adam hava fríkorter? Hvat gera tey trý? Hvat tosa tey um? Hvat ger Hanna?
Tosið saman í flokkinum um tað, tit hava spælt.
Takk fyri, at tit hjálpa Noru og Adami at vera góðir vinir hjá Miu.