Skip to main content

 

 


Avstralia


Høvuðsstaður
Canberra

Vídd: 7.682.300 km2

Fólkatalbest law essay writing service homework help urban vs suburban: 21.515.754

Alment mál:
enskt

Átrúnaður:
kristindómur 76%, aðrir 24%

Stýrsilag:
Fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: avstralskur dollari (AUD)

Avstralia

Avstralia, sum er ímillum Indiahav og Kyrrahav, er størsta oyggj í heiminum, men minsti heimspartur. Landið er stórt, næstan líka stórt sum Brasil. Har er lítið avfall, og tveir triðingar av landinum eru oyðimørk. Meginparturin av fólkinum býr í stórum býum við strondina.

Fyri góðum 200 árum síðan búði bara upprunafólk, aboriginar, í Avstralia. Orðið aborigin merkir "úr upphavi", og upprunafólkið sigur seg hava búð í Avstralia, síðan heimurin varð til. Tey lagaðu seg eftir náttúruni, sum var teimum alkunnug: konufólkini savnaðu frukt, nøtir og ormverur, og menninir veiddu dýr t.d. kenguru og posabjørn. Grundarlagið undir mentan teirra er dreymatíðin, tíðin tá ið heimurin og alt livandi vórðu skapað.

Í 1770 sigldi bretski rannsóknarfarin James Cook inn í Botanyflógva og lýsti nýfunna landið sum bretskt land. Í 1901 gjørdist Avstralia sjálvstøðugt samveldisríki. Mangir tilflytarar komu higar; teir fyrstu úr Bretlandi og øðrum londum í Evropa, men seinni eisini úr Asia. Øll hava tey verið við til at skapa fjølbroyttu mentanina í hesum ovurstóra landi. Ull, hveiti og steinsløg sum t.d. jarnmálmur, kol og kopar hava gjørt Avstralia til múgvandi land, og flestu fólk hava góð lívskor.

Í 18. øld vóru fangahúsini í Bretlandi rokað, og vanligt var at senda brotsfangar til fangalegur í hjálondunum. Í 1778 komu fyrstu fangaskipini við tilsamans 757 brotsfangum, og ein fangalega varð bygd har, sum Sydney nú er. Til 1860 vórðu fleiri enn 160.000 fangar sendir til Avstralia.

Tá ið bretar komu til Avstralia, broyttist lívið hjá upprunafólkunum. Mong fólk vórðu dripin ella doyðu av evropeiskum sjúkum. Nú á døgum eru tað alsamt færri upprunafólk, ið eru veiðifólk og savnarar; flestu arbeiða á verksmiðjum og á bóndagørðum. Mong hava ringa heilsu og búgva illa. Í 1967 fingu tey valrætt. Seinastu árini eru lógir viðtiknar, sum geva frumfólkinum rættindi til partar av gamla lendi sínum.

Um 85% av øllum fólkinum í Avstralia býr í býum ella tætt við býirnar við strondina. Flestu skúlar, sjúkrafiús, skrivstovur og verksmiðjur eru her, og lívið er lættari her enn í fjarskotnu býunum og gørðunum. Sethúsini í býunum eru bygd úr viði ella av tigulsteini, flestu hava svala og sólgarð ella urtagarð, har húsfólkið kann njóta góðveðrið og glóðasteikja sær ein bita. Í seksteimum størstu býunum búgva 60% av fólkinum, ein teirra er Sydney við viðgitna Operahúsinum, sum er bygt við havnalagið. Hinir eru Melbourne, Brisbane, Adelaide, Perth og Canberra.

Inni í Avstralia er turt og heitt. Har eru ógvuliga fáir býir, og har býr lítið fólk. Alice Springs, miðskeiðis inni í landinum, var í fyrstuni bara fjarritarastøð á fjarskiftislinjuni ímillum Darwin og Adelaide. Av tí at so langt er ímillum bygdirnar, kunnu mong børn ikki ganga í vanligan skúla; tey fáa ístaðin undirvísing um fjarskiftissamband. Teinurin Darwin til Sydney um Adelaide er 4.822 km. Hóast koyrt verður við bili og ikki steðgað á, hevði ferðin vart hálvt triðja samdøgur.

Stórir landspartar í Avstralia eru víðir slættar, har hvørki eru fjøll, skógir ella áir. Hetta ovurstóran lendi í miðjum landi, har nevnt "The Outback", oyðimerkur, er eitt hitt heitasta og turrasta í heiminum. Her eru fýra stórar sand- og steinoyðimerkur - Simpsonoyðimørk, Gibsonoyðimørk, Sandoyðan Mikla og Stóra Viktoriuoyðimørk; glóðheitar um dagin og bítandi kaldar um náttina. Har tað er eitt sindur av gróðri, ella har tað ber til at veita vatn á lendið, halda bøndur neyt ella seyð. Tá ið tað regnar, er tað av grímd, og plantur sum t.d. oyðimarkarblóman vaksa upp av fræi, sum kann hava ligið í dvala.

Næstan mitt í Avstralia stendur stóri sandsteinskletturin Uluru (Ayers Rock). Niðri við vøllin er hann 9,4 km til ummáls og 348 metrar høgur. Upprunafólkið, aboriginarnir, kalla hann Uluru. Hann er ein hin størsti halgidómur teirra og er nevndur í frumsagnum teirra. Í mong ár varð hann nevndur Ayers Rock eftir einum gomlum forsætisráðharra í Suðuravstralia, men í 1958 fekk hann upprunaliga navn sítt aftur.

Korallrivið Mikla fram við landnyrðingsstrondini í Avstralia er 2.000 km langt og størsta livandi fyribrigdi í heiminum. Rivið er vorðið til av elasmáum koralldýrum. Korallrivið er í roynd og veru fleiri enn 2.500 smá riv, ið eru vaksin saman. Flestu rivini vórðu til fyri meiri enn 2 mió. árum síðan, men tey elstu eru 25 mió. ár. Fleiri enn 2.000 fiskasløg halda til her. Ógvuliga mong ferðafólk koma til Korallrivið Mikla, men nógv frítíðarvirksemið kann skjótt dálka og oyðileggja rivið. Til tess at verja ta hárfínu javnvágina í rivinum, er tað komið undir tey øki, ið verða roknað sum felagsogn hjá mannaættini.

Um miðju 19. øld varð gull funnið í Victoria og New South Wales. Tað fekk fólk at tysja til Avstralia og menti nógv búskapin í landinum. Námsvinna er enn týdningarmikil, og teir høgga nógvan kopar-, uran- og jarnmálm og nógv kol. Einki annað land flytur út so nógv kol, og við Argylvatn er størsta diamantnám í heiminum. Men færri námsverkafólk eru í hesi vinnu enn fyrr, tí at nú verður mesta arbeiðið gjørt við nútíðar maskinum.

Í mong ár handlaði Avstralia mest við Bretland, men tá ið Bretland fór upp í EEC, menti Avstralia handilssambandið við USA og lond í Asia, helst Japan. Mangar útlendskar fyritøkur hava nú sett pening í verksmiðjur, sum gera bilar og telduútbúnað.

I mong ár sluppu bara hvít fólk at flyta til Avstralia; tey flestu komu úr Bretlandi, Italia og Grikkalandi. Í 1972 varð henda viðtøka broytt, og síðan eru fólk flutt higar úr øllum heiminum. "Nýggju avstralarnir" eru m.a. úr Kina og Vjetnam. Hesi fólk hava við sær matsiðir, høgtíðir og móðurmálið í gamla heimlandi sínum.

Einki annað land í heiminum fær so nógva ull sum Avstralia. Mesta seyðahaldið er í New South Wales. Vanligasta seyðaslagið er merinoseyður, sum varð førdur higar úr Suðurafrika og Onglandi í 1790-árunum. Nú á døgum eru um 150 milliónir seyðir í Avstralia. Størstu seyðagarðarnir eru upp í 15.000 km2 -meiri enn 10 ferðir so stórir sum Føroyar. Seyðabøndurnir og seyðamenninir røkta nú mest á motorsúkklu og ferhjólsdrivnum jeppum, tí lendið er so óføra vítt at fara um.

Seyðurin gongur á biti í lendinum uttan um garðin, men um summarið er alt so turt og avsviðið, at hann fær hoyggj og seyðagrón afturat.

Fólkinum í Avstralia dámar væl uttanduraítrótt. Stórar sandstrendur og flógvur sjógvur gera, at kappsigling, svimjing, og tað at standa á vatnskíðum og ríða á brimfjøl er væl umtókt frítíðarítrótt. Avstralar eru eisini kringir í krikket, tennis, frælsari ítrótt og rugby. Ár 2000 skipaði Avstralia á fyrsta sinni fyri olymisku summarleikunum. Teir vóru í Sydney.

Í avstralskum fótbólti kunnu spælararnir sparka ella sláa bóltin, men ikki er loyvt at kasta hann.

Avstralia og Kyrrahavsoyggjar

Av tí at hesin partur av heiminum hevur verið so avbyrgdur frá umheiminum, vórðu summi øki her ímillum tey seinastu í heiminum, har fólk settu seg niður. Fyrstu fólk at seta seg niður her komu úr Asia, teirra millum vórðu aboriginarnir í Avstralia, maoriarnir í Nýsælandi og ymisk fólkasløg í Kyrrahavsoyggjum. Aboriginarnir komu til Avstralia fyri um 50.000 - 70.000 árum síðan. Tá vóru heimshøvini grynri, og mest sum landfast var ímillum Avstralia og Nýguinea. Kyrrahavsoyggjar vórðu bygdar fyri um 7.000 árum síðan, tá ið fólk úr Landsynningsasia komu hagar. Onnur lond í hesum heimsparti hava ikki verið bygd í meiri enn um 1.000 ár - t.d. komu maoriar til Nýsælands um 950 e. Kr.

Í 18. øld fóru evropearar at koma higar, og bæði Avstralia og Kyrrahavsoyggjar gjørdust bretsk hjálond. Nú á døgum hava hesi lond ikki so nógv samband við Evropa longur. Seinastu árini eru mong fólk komin til Avstralia og Nýsælands úr Miðeystri og Landsynningsasia; bæði londini eru vorðin fjølmentað samfeløg, har er stór vælferð, og vinnulívið er fjølbroytt og gott.

Av tí at bara tvey fólk búgva á hvørjum km2 í Avstralia, er tað strálbygdasta meginland í heiminum. Flestu avstraliar búgva í býunum fram við strondini, fjart frá karga og heita veðurlagnum inni í landinum. Mangar av Kyrrahavsoyggjum eru smáar, tí er fólkið har ikki fjølment.

Umhvørvisvernd er vorðin týðandi samfelagsevni í heimspartinum. Í Avstralia eru stór lendi og mong dýr friðað. Av tí at Kyrrahavsoyggjar eru fjart frá meginlondunum, hava kjarnorkuroyndarspreingingar verið á óbygdum oyggjum her; hóast fólkið hevur harðliga mælt ímóti.

At Avstralia hevur verið bretskt hjáland, sæst m.a. væl á avstralska flagginum. Tað myndar bretska flaggið (Union Jack), samveldisstjørnuna og stjørnumyndina Suðurkross.

Við tað at Avstralia og Nýsæland hava verið bretsk hjálond, er mesta fólkið í londunum nú á døgum av bretskari ætt. Men seinastu 50 árini eru tilflytarar komnir higar úr øllum heiminum. Um 2 milliónir fólk hava nú ikki enskt sum móðurmál. Ymsu tilflytararnir hava tikið við sær egna siðvenju, egnar høgtíðir, matsiðir og hava gjørt Avstralia og Nýsæland til ógvuliga fjølmentað lond.

Í mong ár var undirvísingarmálið hjá aboriginskum børnum í Avstralia og maoriskum børnum í Nýsælandi bara enskt, og tey sluppu ikki at læra sítt móðurmál. Men nú er vend komin í. Mál maorianna er viðurkent sum alment mál í Nýsælandi, og í Avstralia læra næmingarnir um aboriginskar mentanir og siðir. Men mong halda, at upprunafólkið eigur at fáa aftur lendið og tilfeingið, sum niðursetufólkið úr Evropa tók frá forfedrum teirra.

Bæði í Avstralia og Nýsælandi hevur ítróttin stóran týdning fyri tjóðskaparkensluna og samleika fólksins. Rugby er tjóðarítrótt í Nýsælandi; í Avstralia eru fótbóltur og krikket best umtókt. Góðu avrikini í hesum ítróttargreinum eru vorðin tjóðarstoltleiki í hesum londum.