Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Evropa


Lettland


Lyklatøl

Høvuðsstaðurhow to write a good transfer essay literature review service oriented architecture buy research papers cheap step by step research paper: Riga

Vídd: 64.589 km2

Fólkatal: 2.277.000

Almentmál: lettiskt

Átrúnaður: kristindómur 90%, aðrir 10%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: lats (LVL)

Lettland

Lettland er mitt ímillum hini bæði Baltalondini. Landið hevur langa strond, har eru tríggir stórir havnabýir, sum síðan í miðøld hava verið týdningarmiklir handilsbýir. Veðurlagið er kaldligt og slavið, og tí leggja bøndurnir mest dent á at halda mjólkneyt og sláturneyt. Síðan landið gjørdist frælst ríki í 1991, hevur verið roynt at menna landbúnað, skógarvinnu og fiskivinnu, vinnuvegir, sum tungídnaðarætlanir sovjetstýrisins høvdu trokað burtur.

Høvuðsstaðurin í Lettlandi, Riga, hevur verið týðandi handilsbýur síðan í miðøld. Hann er helst lívligasti høvuðsstaður í Baltalondum og er virkin mentanarmiðdepil. Lettland hevur sterk søgulig bond til Týsklands, hetta sæst týðiliga á hvørjum horni í Riga - í byggilistini, á mótanum, og her eru mong týsk ferðafólk.

Baltalond

Í útnirðingshorninum á teimum ovurstóru víddum, sum einaferð vóru Sovjetsamveldið, eru nú fyra sjálvstøðug lond. Try teirra, Estland, Lettland og Litava, eru út ímóti Eystarasalti. Hesi try londini verða undir einum kallað Baltalond. Fjórða landið, Hvítarussland, er inni í landinum. Lendið er láglendi við heyggjum, áum, vøtnum og mýrum; veðurlagið er kalt og vátligt. Lítið ráevni er í hesum strálbygdu londum. Mentanin er ymisk úr landi í land, og fólkið er illa roynt og hevur í øldir tolt nógv, tí at tey hava leingi staðið undir øðrum størri tjóðum. Londini hava verið vígvøllur í stórveldabardøgum.

Frælsisstríðið í teimum trimum Baltalondunum átti sín stóra part í, at Sovjetsamveldið fall í 1991. Eitt av frælsistiltøkunum var, at fólk tóku saman hendur og gjørdu manngarð ígjøgnum øll trý londini. Baltafólkini royna nú at knýta samstarvsbond við grannalond síni, serstakliga Pólland og Finnland.

Av tí at dyrkilendið nógvastaðni ikki er so gott, og veðurlagið er kalt og vátligt, er avmarkað, hvat veksur. Høvuðsgrøði er korn, epli og sukurrøtur. Vátligu markirnar verða nýttar til beiti. Fiskiskapur er týdningarmikil vinnuvegur í Baltalondum.