Skip to main content

 

 


Kosta Rika


Lyklatøl

Høvuðsstaður
San José

Vídd: 51.100 km2

Fólkatal: 4.576.562

Alment mál:
spanskt

Átrúnaður:
kristindómur 95% aðrir 5%

Stýrsilag:
Fólkaræði, fleirflokkastýri

Gjaldoyra: kostarikanskt kolón (CRC)

Kosta Rika

Kosta Rika er í mongum førum ólíkt grannalondum sínum í Miðamerika. Har er friðarligt, og síðan 1949 hevur eingin herur verið í landinum. Landið er eisini ríkt borið saman við grannalond síni. Skúlagongdin er ókeypis, og rættiliga stórur partur av fíggjarlógini verður nýttur til skúlaverkið. Fá fólk eru fátæk í Kosta Rika, og miðallívsævin er tann hægsta í Miðamerika. Mesti útflutningurin er kaffi, bananir og sukur, og ógvuliga væl veksur í fruktagóðu gosøskumoldini. Størsti havnabýur er Limón á eysturstrondini við Karibiahav.

San José er í hálendinum mitt inni í landinum, við høvuðsvegin ímillum amerikonsku heimspartarnar. Í býnum verður nógv frukt, ið veksur í dølunum tætt við, virkað og pakkað. Býurin var miðdepil fyri tubbaksdyrkan, tá ið spaniamenn ráddu har, og gjørdist høvuðsstaður í1823.

Atlantsjarnbreytin, gjørd liðug í 1890, varð mest løgd til at flyta kaffi úr lundunum og oman til útflutingshavnirnar á eysturstrondini. Trupult var at leggja jarnbreytina, og mangir túsund verkamenn doyðu. Breytin gjørdist so dýr, at landið kom sær í stóra skuld.

Kosta Rika var fyrsta land í Miðamerika, sum fór at dyrka kaffi, og í meiri enn 100 ár var kaffi týdningarmesta útflutningsvøran. Tað hevði við sær, at búskaparstøða landsins var eftir, hvat fekst fyri kaffi á heimsmarknaðinum. Kaffi verður gjørt úr fruktini av kaffitrænum, sum veksur best í turrari, væl veittari jørð. Kaffitræið skal hava heitt veður, men ikki ov heitt, og veksur best í skugganum av stórum trøum. Tað kann bera nógvan ávøkst í eini 15 ár.

Kaffitræið verður um 3 m høgt. Blómurnar hava søtan anga og følna eftir 3-4 døgum. Kaffifruktin minnir nógv um kirsuber. Fruktin er fyrst myrkagrøn, so gul og at enda reyð, tá er hon búgvin.  Kaffi verður malið úr báðum bønunum inni i fruktini. Kaffibønirnar verða hentaðar við hond. Royndur hentari hentar eini 25 kg um dagin.

Kosta Rika var einaferð avtakið við skógi, og har vuksu t.d. mahogni og tropiskur setrisviður. Men nú er næstan eingin skógur eftir; hann er høgdur niður, tí at har var nógvur dýrur viður, og tí at lendið mátti leggjast inn til kaffilundir. Myndugleikunum er greitt, at verður skógartýningin ikki tálmað, hvørvur bæði plantulívið og dýralívið, og tí varð farið at friða skógin. Nú eru um 23% av skógunum, ið eftir eru, friðað øki og tjóðargarðar.

Millum sjáldsomu fuglarnar í Kosta Rika er Vangabláa kolibriin, ið er, bara 12 cm long. Hon hongur still í luftini og sýgur hunang úr blómum við langa nevi sínum.  Á surruflogi - tá ið hon hongur still í luftini, láta veingirnir einar 55 ferðir um sekundið.

Fólkið í Mið- og Suðuramerika

Málið, søgan og mentanin í Miðamerika og Suðuramerika hava sum heild røtur aftur í hjálandatíðina. Til 1492, tá ið Kristoffur Kolumbus kom til Bahamaoyggjar, búðu bara indiánar í hesum parti í heiminum. Men eftir tað fóru fólk úr Spania og Portugal at búseta seg har í stórum tali, og nógvir afrikanar vórðu fluttir hagar úr Afrika sum trælir, helst til Karibia og Brasil. Í Karibia settu eisini mangir onglendingar, fraklendingar og niðurlendingar búgv. Tí er fólkið í hesum heimsparti nógv blandað. Spanskt er vanligasta málið í meginlandinum, saman við portugisiskum í Brasil. Í Karibia eru enskt og franskt vanligari, og í Surinam help writing poetry essay dissertation on anorexia nervosaer almenna málið niðurlenskt.

Fyrst í 16. øld fóru Spania og Portugal at taka sær hjálond í Miðamerika og Suðuramerika. Bæði londini sendu eisini trúboðarar at umvenda upprunafólkið til katólska trúgv. Spania tók stórar partar av meginlandinum, men Brasil, sum Portugal legði undir seg, gjørdist størsta landið og sterkast búskaparliga. Enn á døgum eru flestir suðuramerikanarar katolikkar.

Indiánarnir, ið kunnu lesa søgu sína aftur til indiánsk fólkasløg, sum búðu í Miðamerika og Suðuramerika, áðrenn niðursetufólkini úr Evropa komu hagar, eru nú bara 2% av fólkinum. Næststørsti fólkabólkurin eru fólk ættað frá afrikonsku trælunum, tey flestu búgva í Brasil og í Karibia. Í næstan øllum londum á meginlandinum eru fólk, sum eru blandað við indiánar og evropear, í meiriluta. Tey verða kallað mestitsar.

Sløk hundrað ár eftir, at spaniamenn komu til Suðuramerika, vóru 90% av indiánska fólkinum deyð. Høvuðsatvoldin var sjúkur, ið evropearar bóru við sær, til dømis pokur og meslingar. Indiánarnir høvdu ikki íborið mótstøðuføri ímóti hesum sjúkum, og teir flestu, ið vórðu smittaðir, doyðu. Nú á døgum eru indiánarnir í minniluta allastaðni uttan í Guatemala, har mangir mayaindiánar enn búgva í hálendinum, og á Andesháslættanum í Bolivia, har eftirkomarar inkafólksins búgva.

Flestu lond í Miðamerika og Suðuramerika hava ovurstóra uttanlandsskuld. Brasil er eitt av hesum londum, men skuldin er lutfalsliga lítil borin saman við inntøkurnar. Nikaragua skyldar nógv minni, men skuldin er átta ferðir so stór sum tjóðarinntøkan.

Í 20. øld vaks fólktalið nógv í heimspartinum, helst í Brasil og londunum fyri norðan. Men í flestu londunum lækkar burðartalið nú. Men av tí at stórur partur av fólkinum eru ungfólk, og at fleiri børn koma undan, av tí at heilsuviðurskiftini batna, veksur fólkatalið alsamt. Í 1990-árunum vaks fólkatalið í Mið-og Suðuramerika við uml. 80 milliónum.

Næstan tríggir av fyra suðuramerikanarum búgva í býum. Í summum londum, m.a. Kili og Uruguei, býr ein triðingur av fólkinum í høvuðsstaðnum. Mong hava verið noydd ay rýma av bygdini undan fátækadømi og arbeiðsloysi og búgva nú í ovfólkaðum, skirvisligum býlingum, sum vaksa skjótt í útryðjunum á stórbýunum.

Á øllum meginlandinum eru ovurstórir garðar, ið hava ógvuliga stór seyða- og neytafylgi og stórar lundir við sukurrørum og bananum. Útlendsk feløg ella nakrar fáar, ovurríkar familjur eiga hesar stórgarðar. Tó er øðrvísi í Kuba, har eigur stjórnin stórgarðarnar.

Flestu bøndur í hesum heimsparti eiga so lítið av jørð, at teir valla kunnu breyðføða fleiri enn tvey, trý fólk. Teir velta ein lítlanjarðarteig, og hava nøkur fá húsdýr, t.d. hønur og svín. Av tí at garðurin kann ikki føða alt húskið, mega nøkur teirra flyta heiman at fáa sær arbeiði

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags ogFøroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.