Skip to main content

Útbreiðsla: Undir Føroyum er hann fingin eystur av bankunum eystanfyri. Er annars fram við Noregsstrondini frá Skagerrak til Finnmørkina, Kolanes og Svalbarðs. Er skrásettur undir Íslandi og í Eysturgrønlandi. Vestanfyri í Atlantshavinum er hann fingin á Grandbanka og í Davisfirði.

Sars-úlvfiskur (úlvfiskaættin)
Lycenchelys sarsii (Collet, 1871)

Stødd: Verður upp í einar 12-15 cm langur.

Dýpi: Botnfiskur úr 150 m niður í 600 m dýpi. Undir Føroyum er hann fingin millum 400 m og 500 m.

Litur: Grábrúnligur um bakið og nakað niður á síðurnar, meira ella minni ójavnur kantur móti tí ljósara búkinum.

Lýsing: Lítil, langur og klænur. Høvdið er um tvær ferðir so breitt sum kroppurin. Poknur fram við yvirkjaftinum. Kroppurin nakað avlangur í tvørskurði, breiddin er væl minni enn hæddin. Kropshæddin við gotið er um 5% av fullari longd.

Eyðkenni: Breiða høvdið. Minnir í útsjónd um gestfisk, álakenda- og sporllanga úlvfisk. Uggafjøðurin røkkur næstan til fremra enda á ryggfjøðurini.

Týdningur: Ongan vinnuligan týdning.

da: Sars porebrosme - Sars ålebrosme, en: Sar’s wolf eel, ís: Sars-álbrosma, no: Sørlig ålebrosme