Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 10

METAL OG SKREYTGRIPIR
8
Annar dýrur málmur
Fólk hava eisini vitað um evnini silvur og platin
síðan fornøld. Tey verða eins og gull nevnd dýrur
málmur. Silvur verður ikki verandi blankt sum
gullið. So við og við legst á tað. Silvurlutir verða
myrkir, standa teir í luft. Tá ið vit pussa ein silv-
urlut blankan aftur, gníggja vit í veruleikanum
ytsta silvurlagið burtur.
Tað er væl meira til av silvuri enn av gulli. Tí er
silvurið bíligari at keypa. Tað verður nógv brúkt
at gera prýðislutir úr. Heilt nógv silvur verður
eisini brúkt at gera svartan/hvítan film úr.
Felagsroynd. Silvur og fotografering
Stoyt 100 mL av vatni í eitt bikarglas. Lat eina
lítla skeið av salti í vatnið og rør væl. Tá ið saltið
er loyst í vatninum, verður eitt sindur av silvur-
nitrati latið í lakan, so mikið, at botngrugg verður
í loysingini.
Salt NaCl og silvurnitrat
AgNO
3
verða latin í eitt
bikarglas við vatni.
Botngruggið er evnasamband við
silvuri í. Silvur er dýrur málmur, og
evnasambandið svikaligt. Lítið skal til
at broyta tað. Bara ljósið skínur á
gruggið, verður silvurið frítt aftur, og
tað myrka, sum sæst á pappírinum,
eru smá silvurkrystall.
1,2,3,4,5,6,7,8,9 11,12,13,14,15,16,17,18,19,20,...222
Powered by FlippingBook