Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 9

METAL OG SKREYTGRIPIR
7
Gull – dýrur málmur
Úr Føroyingasøgu vita vit, at Sigmundur skuldi
eiga ein so dýran gullring, sum mangir øvundaðu
honum. Gull er helst fyrsta metal, sum fólk hava
vitað um. Gull bindur seg helst ikki at øðrum
evnum og er tí frítt í náttúruni. Flestu onnur
metal skulu fyrst verða útvunnin úr málmi.
Bráðmarkið hjá gulli er um 1000°C. Tí ber til at
bræða tað í trækoleldi. Bleytt er tað eisini og tí
lætt at evna til prýðislutir. Men til amboð er tað
ónýtiligt.
Hóast gull liggur leingi í jørðini, ferst tað ikki
sum annar málmur. Onnur metal rusta ella tærast,
men gull verður verandi blankt og varðveitir sín
gylta lit. Tí verður tað nevnt
dýrur málmur
.
Gull er tungt, 19,3 ferðir tyngri enn vatn og 7
ferðir tyngri enn sandur og leirur. Hesum gera
gullgravarar sær dælt av, tá ið teir »vaska gull«
burtur úr áarsandi.
Tá ið vit keypa prýðislutir úr gulli, eru ofta
blandað onnur metal uppí. Reint gull verður sagt
at vera 24
karat
. Er ein gullringur 14 karat,
merkir tað, at 14 partar eru av gulli og 10 partar
av øðrum evnum, t.d. kopari. Tað, sum fyrr varð
nevnt reyðargull, hevur helst verið gull við
nógvum kopari í.
Tað ber til at valsa gull til heilt tunnar fláir
(
mm). Tá verður tað nevnt blaðgull. Blað-
gull hevur verið brúkt bæði í prentlist og mynd-
list, men eisini til prýðisendamál. Nógvar kendar
kirkjur eru t.d. prýddar við gulli.
Skírnarfat og skírnarkanna í Havnar
Kirkju. Fatið er úr messing og er merkt
1601. Kannan er úr silvuri og hevur
innskriftina: Havnar Kirkja 1943.
Oblateskja (breyðdós) úr silvuri, latin
Havnar Kirkju í 1710.
Evnafrøði í fornøld
Longu í fornøld vistu fólk eitt og annað um evna-
frøði. Tað vita vit frá fornfrøðiligum kanningum
í øðrum londum.
Eisini í Føroyum vistu fólk tíðliga í tíðini um
metal. Ringprónurin, sum varð funnin í Tjørnu-
vík, var úr bronsu. Bronsa er sambræðing (leger-
ing) av kopari og tini.
1
10 000
1,2,3,4,5,6,7,8 10,11,12,13,14,15,16,17,18,19,...222
Powered by FlippingBook