Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 12

METAL OG SKREYTGRIPIR
10
Eksem á arminum á einari 12 ára
gamlari gentu. Orsøkin í hesum føri var
nikkul í spenninum í urreimini.
Nikkul – metal, sum elvir til ovurvið-
kvæmi
Tað kemur so óvæntað. Knappliga ein dag skríð-
ur í vinstra armi ella í oyralepanum. Húðin undir
urinum er reyð. Kanska flusnar hon og skrædnar.
Soleiðis kann ovurviðkvæmi fyri nikkul byrja.
Ovurviðkvæmi er ikki viðføtt, men áhaldandi
samband við eitthvørt evni við nikkuli í kann
skapa ovurviðkvæmi. Hevur tú fingið ovurvið-
kvæmi, sleppur tú ikki frá tí aftur. Hvørja ferð tú
kemur í samband við nikkul, fært tú eksem, sí
myndina niðanfyri. Nikkul kann vera í øðrum
evnum enn metali, t.d. í leðri.
Í Norðurlondum halda tey nú, at 10. hvør kvinna
hevur ovurviðkvæmi. Orsøkin er ofta bíligir
prýðislutir, t.d. oyrnaringar við nikkul í.
Nógv halda, at keypa tey prýðislutir úr nýsilvuri
er eingin vandi fyri ovurviðkvæmi, men so er
ikki. Navnið er villleiðandi, tí í nýsilvuri er als
einki silvur. Evnið er ein sambræðing av evnun-
um nikkul, kopar og zink.
Dømi eru um, at ungfólk hava fingið
ovurviðkvæmi fyri nikkul, av tí at húðin
støðugt hevur nortið við lutir, sum hava
nikkul í sær.
Evnið nikkul er skínandi blankt, og tað rustar
ikki. Tí verður tað nýtt at leggja uttan á onnur
metal, t.d. jarn.
Hevur tú fingið ovurviðkvæmi, ella tú ætlar at
sleppa undan at fáa tað, kann vera hent at vita,
um nikkul er í einum evni. Tað kann ein einføld
roynd avdúka.
1...,2,3,4,5,6,7,8,9,10,11 13,14,15,16,17,18,19,20,21,22,...222
Powered by FlippingBook