Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 11

METAL OG SKREYTGRIPIR
9
Loysingin verður filtrað og filturpappírið lagt í
vindeygakarmin. Á pappírið leggja vit okkurt,
sum kann forða ljósinum at koma at einum parti
av pappírinum, t.d. eitt lítið, flatt jarnpetti.
Tá ið nakrir minuttir eru farnir, sæst, at pappírið
myrknar, har sum ljósið sleppur at.
Vit hava nú gjørt eina einfalda fotografiska mynd.
Platin er sjáldsamari enn gull og eisini dýrari.
Tað er hart og ógvuliga slitsterkt. Nógv skal til,
at nakað sæst á platini. Tí verður tað eisini brúkt
í evnafrøðiídnaðinum.
Dýri málmurin er so kostnaðarmikil, at skreyt-
lutir ofta verða gjørdir úr øðrum metalum eisini.
Ein vansi við hesum er, at evnini kunnu elva til
ovurviðkvæmi. Kanska fer ein tilgongd fram
ímillum evnið og sveittan í húðini. Evnið verður
umgjørt til onnur evni, sum brúkarin kanska ikki
tolir.
Diglar úr platini. Hesir diglarnir verða
brúktir til evnafrøðiligar kanningar.
1...,2,3,4,5,6,7,8,9,10 12,13,14,15,16,17,18,19,20,21,...222
Powered by FlippingBook